Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Taks hevur boðað frá, at fyri at loyva vinnurekandi at draga negativar rentur frá í skatti krevst lógarbroyting.

Men ein skattaserfrøðingur, ið VP hevur tosað við, er avgjørt ikki samdur við TAKS í hesum sjónarmiði.

Skattaserfrøðingurin, ið vil vera ónevndur, sigur, at sambært grein 31 í skattalógini kunnu allar útreiðslur dragast frá, sum eru neyðugar fyri at tryggja ognir.

Tá ein verksmiðja verður tryggjað móti vindi ella eldi kann tryggingargjaldið tískil dragast frá.

Ein fyritøka kann “spara” negativar rentur við at taka peningin út og goyma hann “heima”.

Men tað kann vera ein váði og hartil umsitingarliga tungt, at liggja inni við fleiri milliónum í kontantum.

Fyri at tryggja peningin er lættari og kanska bíligari at hava peningin standandi í bankanum.

Negativ renta kann sostatt sammetast við eitt tryggingargjald og slík gjøld geva rætt til frádrátt við galdandi lóg.

Sambært skattaserfrøðinginum er sostatt ikki neyðugt at gera nakra serlóg, fyri at loyva frádrátti av negativari rentu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo