Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað er ringt í hesum døgum ikki at gera sær tankar um koronastøðuna og koronatiltøkini. Mong vilja vera við, at nóg mikið ikki verður gjørt, og at landsins hægstu ikki taka neyðug stig til at forða smittuni í at gera um seg.

 

Í so máta er koronastøðan ikki nakað eindømi, tí í øðrum truplum málum vísa fólk eisini ónøgd, tá farið ikki verður nóg langt.

 

Til ber at seta slík dømir upp í ein spíðs og siga, at truplar støður ofta føra sinnið hjá vanligum fólkið til “the wild west” onkustaðni í USA, har ógvusligar hugsannir ofta hava frítt rásarúm.

 

“Alt við máta,” sigur orðatakið. Tiltøkini, sum myndugleikarnir higartil hava sett í verk, hava víst seg at rigga. Koronasmittan er nærum horvin. Tað var sum um, at loysnirnar lagaðu seg sjálvar, og kanska gjørdu tær eisini tað.

 

Føroyingar eru kreativir av natúr og hollir í góðum ráðum, men hvagar gongur markið fyri góðum hugskotum?

 

Tey allar flestu munnu kenna seg aftur í støðum, har forðingar liggja teimum beint fyri.

 

Undirritaði er ikki nakað undantak.

 

Í fría heiminum, sum vit liva í, lóggeva vit, tá neyðugt er at lóggeva. Tað er júst her, vøtnini nú skiljast. Stórur partur av fólkinum ynskir lóggávu um tvungið sóttarhald, ímeðan løgmaður sigur nei.

 

Flest øll vilja vera við, at neyðugt er at áleggja fólki (føroyingum), ið kemur umvegis flogvøllin, at fara í sóttarhald. Tað taka øll meir ella minni undir við, og tí fáa tey eisini áheitan um at fara í sóttarhald, men at krevja tað við lóg?

 

Er tað ikki at fara út um mark?

 

Rætt er, at tað, sum nú er, eru fólk, ið ikki liva upp til tilmælini, men fer tað at broytast, um tað verður kravt við lóg?

 

Finst ein beinleiðis logisk kobling millum lógarálagt sóttarhald við revsing av teimum sum stíga fótin útum matrikulin innan fjúrtan dagar og eitt koronafrítt føroyskt samfelag í einum heimi, sum enn er fongdur við koronasmittu?

 

Og hvat er tað so ein slík lóg skal vera garantur fyri? At onki koronavirus kemur til landið?

 

Berið yvir við mær, tí gott nokk vísa tiltøkini, at smittan kann “haldast undir kontrol,” men at opna samfelagið, har øll fara til arbeiðis aftur og tey sjúku og veiku “vandaleyst” kunnu vera saman við sínum nærmastu aftur, er fullkomið utopi.

 

Eitt lógarálagt sóttarhald er als ongin garantur fyri, at fólk halda sóttarhaldið, og verða tey við lóg áløgd at halda seg inni – við bót og sekt í væntu fara tey út av matriklinum – er skjótt at tey fara at uppfata lógina sum fígginda, ið køvir tilveru teirra.

 

Higartil hevur vit og skil menniskjans hildið koronasmittuni í Føroyum undir kontrol, men ikki skal nógv til fyrr enn instinktini taka ræði og vend kemur í góðu gongdina.

 

Vit eru øll menniskju, og vit líða øll undir tiltøkunum, sum eru sett í verk.

 

Tað faktum, at koronasmittan er verri fyri summi enn onnur, kunnu vit taka til eftirtektar, men ikki broyta.

 

Tey sjúku og veiku í Føroyum fara framhaldandi at vera í vandabólki so leingi sum smittan ger um seg í útheiminum, hvat antin ein lóg um kravt sóttarhald verður gjørd ella ikki!

 

Ólavur Eysturdal

 

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo