Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Fróðskaparsetrið: Endamálið við seminarinum er at varpa ljós á løgfrøði og løgfrøðiútbúgving í smáum løgdømum og samfeløgum. Ymiskir tættir verða tiknir upp, tó at høvuðsdentur er á løgfrøðiútbúgving í smáum samfeløgum og á føroyskum arbeiðsrætti.

Luttakarar á seminarinum verða m.a. Hans Gammeltoft-Hansen, fyrrverandi umboðsmaður Fólkatingsins, Niels Waage, fyrrverandi gerðarrættardómari og dómari, Mikael M. Karlsson, adjungeraður professari á Fróðskaparsetri Føroya, og Jóan Pauli Joensen, professari emeritus á Fróðskaparsetrinum. Harumframt vera onnur føroysk og útlendsk lógkøn.

Tiltakið er alment, men tey, ið ætla at luttaka, men við atliti at fyrireikingini má boðast frá luttøku í seinasta lagi dagin fyri tiltakið. Hetta kann gerast umvegis teldupostin kristianj[at]setur.fo ella við at ringja á 29 26 05. 

Til ber hjá áhugaðum at koma til ávísa framløgu ella at melda seg til luttøku allan dagin.

Tiltakið verður í Auluni á Námsvísindadeildini (Læraraskúlanum), Frælsið 20, Tórshavn.
Í samband við tiltakið bjóða fyriskipararnir drekka og ábit í steðginum. Framløgurnar verða hildnar á tí máli, ið heitið er skrivað á í skránni. Eftir hvørja framløgu verður høvi at seta røðaranum spurningar.

Skrá
Kl. 11.00 – Bárður Larsen: Væl komin
Kl. 11.05 – Bárður Larsen: Týdningurin av serføroyskari løgfrøðiútbúgving
Kl. 11.30 - Mikael Karlsson: Legal Education
Kl. 12.00 – Erling Isholm: Løgsøga og MA í Lóg
Kl. 12.30 – Ágúst þór Árnason: Global legal education in the periphery: The Akureyri experiment

Kl. 13.00-13.30: Steðgur

Kl. 13.30 – Niels Waage: Kollektiv arbejdsret som et færøsk særanliggende
Kl. 14.00 – Halgir Winther Poulsen: Føroyskur arbeiðsrættur og Fasti Gerðarættur
Kl. 14.30 – Jóan Pauli Joensen: Etnologiskar hugleiðingar kring siðvenjur, lóg  og Grundlóg
Kl. 15.00 – Andrass Arge: Lógkønur óðalsmaður
Kl. 15.30 – Hans Gammeltoft-Hansen: Forholdet mellem forvaltningsprocessen og den materielle forvaltningsret   

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo