Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú tilmælini eru linkað og tað heila líkasum byrjar at detta frá hvørjum øðrum, umframt at vaksinuáhugin ikki er størri enn eitt vist ímillum okkara fólk, so má tað merkja at í okkara “fríða” landi hvar vit sjálvi hava avgerðarrætt yvir okkara “ve og vel” eru komin hartil at landið avtekur øll tilmæli (gloymi ikki skrásetingina á portalun) og vit venda aftur til ein púra vanligan gerdandisdag.

Okkara grannaland Ongland hevur latið upp. Nokk er nokk.

Er tað ikki natúrlig gongd hjá einum virusi (deltavarianturin) sum nú herjar oyggjarnar, at hann smittar nógv verri men samtíðis ikki er so vandamikil?

Meini so við. Tey sum eru bangin ella á annan hátt ikki tola at fáa koronu, eru øll vard av vaksinuni sum tey hava fingið. Og fáa tey hóast alt koronu so sigst at tað er í mildum formi og ikki vandamikið.

Tey efturverandi sum av einhvørjari orsøk ikki vilja hava vaksinuna og tey sýnast mong, hava væl vurdera at tey heldur taka avleiðingarnar av koronu versus ókendar vandar av vaksinuni. 

So 1. august tá potingin verður avtikin við landamarkið er væl ein hóskandi dagur at venda aftur til ein vanligan dag.

Alt annað gevur væl ikki meining.

Tað virkar sum vit royna at kramphalda okkum í einari støðu sum nøkur respektera og onnur ikki.

Tað er ikki haldført.

So eg haldi at avgerðin skal bara takast um at avtaka øll tilmæli og sleppa farsóttarnevndina í summarfrí. Hon hevur gjørt sítt arbeiði.

Lat okkum heldur fokusera á øll hini heilsuøkini sum hava ligið forsømd í koronatíðini.

So kann handa søgan væl ikki blíva longur.

Frits Strøm

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo