Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Flaggdagin 25. apríl kl. 14.00 skipar Runavíkar kommuna fyri almennum flaggdagshaldi við Skótahúsið við Løkin.

Aksel V. Johannesen, løgmaður flytir fram røðu, og Nes Sóknar Musikkfelag luttekur.

Kommunan heitir tí á skótar og ítróttarfeløg um at møta við Skúlan við Løkin kl. 13.30, og ganga skrúðgongu út til Skótahúsið. Aftaná verður drekkamuður at fáa inni í Skótahúsinum.

Eftir flaggdagshaldið verður ódnartøk kl. 15.30 í bátahylinum í Runavík, og steypadystur millum NSÍ og AB verður á vøllinum við Løkin kl. 17.00.

Mentanarvika er í Runavíkar kommunu í hesum døgum, har eitt nú stór konsert við Danny & the Veetos verður fríggjakvøldið kl. 20. Sí skránna fyri Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu á www.visitrunavik.fo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo