Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Løgmaður, sum hevur tikið stig til nýggju upplýsingarskylduna hjá landsstýrisfólkum, hevur ikki nógv at boða frá sjálvur.

Løgmaður, sum hevur tikið stig til nýggju upplýsingarskylduna hjá landsstýrisfólkum, hevur ikki nógv at boða frá sjálvur.

Egið virki: Onki!

Vinnulig áhugamál: Ongi!

Avtalur við fyrrverandi ella komandi arbeiðgevarar: Ongar!

Limaskapur í feløgum og felagsskapum: Ongin! (heldur ikki í javnaðarflokkinum).

Løgmaður sær út til at vera tann fullkomni politikarin, púrasta ófongdur við øðrum áhugamálum, sum kunnu ávirka hansara støðutakan í ymsum málum.

Bara undir 'fyrrverandi størv' verður upplýst, at hann áður hevur verið landsstýrismaður og løgtingsmaður.

Hetta leypur í eyguni, tí ongin annar í landsstýrinum hevur so lítið at bera fram á torg.

Til dømis kann Rigmor Dam, landsstýriskvinna, upplýsa, at hon eigur partabrøv í bæði Atlantic Petroleum og BankNordik. Umframt at hon hevur egið virkið - 'Skrivstovan v. Rigmor Dam.'

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, kann upplýsa, at hon umframt síni nevndar- og onnur álitisstørv sum politikari, eisini hevur havt fleiri nevndar- og leiðarstørv í privata vinnulívinum. Men hon eigur ongi børsskrásett partabrøv, skulu vit trúgva nýggja átakinum hjá løgmanni. Hvørki persónliga ella í einum pensjónsdepoti onkunstaðni. Og man tað nú eisini passa?

Poul Michelsen, landsstýrismaður, hevur meirilutapostar í privatari fyritøku, sum ber hansara navn, umframt fleiri nevndarformanspostar.

Og Høgni Hoydal og Hendrik Old hava ymiskt at upplýsa. Eitt nú er Høgni limur í Javna, Føroya Fróðskaparfelag og H71, fyri at nevna nøkur, ímeðan Hendrik Old fortelur, at hann summarið 2011 var á makrelfeltinum og tók ímóti makreli frá føroyskum trolarum. Og so eigur hann eisini hús í Havn sum verða leigað út.

Ímeðan løgmaður, sum nevnt, ikki so frætt sum er limur í Javnaðarflokkinum, so er Høgni Hoydal hóast alt limur í Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag.

Helst ber til at konstatera, at nýggja tiltakið hjá løgmanni er eitt gott tiltak, sum tó ikki skal takast fyri stórt meira enn skemt. Tí tað er eftir øllum at døma púrasta upp til hvønn einstakan, hvat verður skrivað í listan, hvat verður tikið við, og hvat verður mett at vera av minni týdningi.

Annað er so tað, at tað er onki krav at landsstýrisfólkini upplýsa hvørji áhugamál teirra maki hevur.

Og so reisir tað aftur spurningin, hvørt virðið er í upplýsingunum.

Her eru listarnir við áhugamálum hjá landsstýrisfólkunum:

Aksel V. Johannesen, løgmaður

Høgni Hoydal, varaløgmaður og landsstýrismaður í fiskivinnumálum

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum

Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum

Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo