Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Ferðslupatruljan hjá løgregluni hevur verið í Miðvági fyrrapartin, frá klokkan 10.30 til 11.30, og steðgaði tilsamans 35 akførum. Her var talan um bæði persónbilar og prutl.

Í trimum bilum sat bilførarin ikki í trygdarbelti.

Tríggir bilar høvdu ljósfeilir.

Í einum bili tosaði bilførarin í fartelefon.

Tvey prutl vórðu steðgað, har í eina førinum koyrdi viðkomandi uttan hjálm ella loyvi, og í hinum førinum var prutlið ikki skrásett.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo