Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Tað ljóðar at løgtingið hevur eitt trupult mál liggjandi á láni. Skeiðið hjá umboðsmanninum gongur út við árslok. Tingið hevur tríggjar kostir í at velja.

• Verandi umboðsmaður heldur fram í eitt nýtt 5 árs skeið
• Nýggjur umboðsmaður verður settur
• Embætið verður niðurlagt

Samgongan og serliga Tjóðveldi berjist fyri sitandi umboðsmanni, men andstøðan er atfinningarsom og andstøðan hevur haldgóðar grundir fyri síni støðu.

Øll, sum fylgja við innan almennu fyrisitingini vita, at tignin og virðingin fyri umboðsmannaembætinum er fallin munandi seinastu árini.

Og spurningurin er um tað er nøkur nytta í einum slíkum stovni, tá virðingin er burtur. Løgtingsins umboðsmaður hevur sum kunnugt ikki heimild at taka fyrisitingarligar avgerðir. Ávirkanin frá umboðsmanninum liggur tí eina og aleina í tí virðing sum embætið hevur.

Noktar fyrisitingin at fylgja tilmæli umboðsmansins, fær umboðsmaðurin einki gjørt. Virðingin fyri embætinum er tí altavgerandi fyri skipanina. Og virðingin hevur sæð betri dagar.

Fyri fimm árum síðani kom umboðsmaðurin við síni higartil drúgvastu og mest atfinningarsomu frágreiðing nakrantíð um eitt mál í landsfyrisitingini. Hetta mál fylti meira enn 2/3 í ársfrágreiðing umboðsmansins í 2010.

Álvarsligar skuldsetingar vórðu settar fram móti tveimum landsstýrismonnum og tveimum aðalstjórum í eini frágreiðing, sum var meira enn 150 blaðsíður.

Í ”óhefta” kringvarpinum byrjaði beinanvegin ein sannur krígsdansur. Rómurin var øgiligur. Fólkið í Sortudíki leikaði í sum svangir kannibalar og krígsdansurin um offrini í fyrisitingini, ið høvdu sett lógina til viks, helt fram í eitt heilt ár.

Løgtingið setti dugnaligar danskar kanningaleiðarar at staðfesta hvat var farið fram. Løgtingið ætlaði, at hesar kanningar skuldu vera grundarlagið undir rættarsókn.

Ímeðan hesar kanningar fóru fram helt krígsdansurin frá almenna tíðindamonopolinum fram við levind og gang.

At enda fyrilá úrslitið: Allir teir órættaðu persónarnir í fyrisitingini vórðu fríkendir. Har var einki at koma eftir! Fyri hesar kanningar mátti skattgjaldarin rinda fleiri milliónir.

So tagnanði krígsdansurin í Sortudíki og stemningurin minti nú meira um eina jarðarferð. Var talan um eina stóra skandalu, tá fýra fólk í fyrisitingini vórðu løgd undir álvarslig lógarbrot, so var talan ikki um eina minni skandalu, tá hesi fólk vórðu fríkend av kanningarleiðarunum.

Tí samstundis sum hesi fólk vórðu fríkend, varð umboðsmaðurin eisini dømdur fyri dugnaloysi. Men henda skandala hevði og hevur als ongan áhuga hjá ”óhefta” tíðindamonopolinum.

Umboðsmaðurin kundi tá valt at farið sjálvboðin úr starvinum ella tingið kundi reist málið og loyst umboðsmannin úr starvi. Men øll valdu at sópa stóru skommina undir teppið. Og ”óhefta” tíðindamonopolið nevnir ikki hetta mál við einum orði.

Almenna fyrisitingin hevur lítla virðing fyri umboðsmanninum og millum advokatar er virðingin uppaftur minni. At ávís tingfólk ikki síggja skriftina á vegginum sigur alt um støði í tinginum.

Óivað spøkir hetta mál, nú embætisskeiðið er við at renna út.

Tað er kanska trupult hjá okkum at finna skikkað fólk í slíkt embæti. Vit eiga ongan Gammeltoft í Føroyum.

Men tað er lættari og bíligari at niðurleggja embætið, enn at halda fram við einum umboðsmanni, ið sjálvur er orsøk til, at embætið lítla og onga virðing hevur millum føroyingar.

Ad-hoc toymið

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo