Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

"Leingi er tað, ið væl skal verða", siga vit og so er eisini, tá tað snýr seg um nýggja bussin hjá Trivnaðargrunninum fyri sjúklingahotelli Torshavn og, sum við so nógvum øðrum hesi bæði farnu árini, so hevur korona eisini gjørt, at hettar hevur drigið út, men nú er hon so her nýggja "Sóljan", sum bussurin eitur.

Í nøkur ár hava vit savnað pening, so vit kundu keypa nýggjan buss, sum fer at avloysa gamla bussin og fyri fyrstu fer í 20 ára longu søgu grunnsins, hava vit nú keypt ein spildurnýggjan buss við teimum hentleikum, sum ein slíkur bussur skal hava.

Hettar er bussurin, sum koyrir sjúklingar og avvarandi til kirkjur og samkomur sunnudagar og ger útferðir, og at hesi fáa góðar upplivingar í tíðini tey eru í Keypmannahavn í sjúkraørindum.

Alt arbeiðið, sum gongur út frá Trivnaðargrunninum er sjálvboði. Í sambandi við at nýggi bussurin verður latin okkum, skipa vit fyri almennari móttøku á Sjúklingahotellinum Torshavn, Venøgade 8, Kbh., fríggjadagin 29. apríl kl. 15, har tónleikur, røður og okkurt gott til góman verður á skránni.

Vegna nevndina fyri Trivnaðargrunnin
Sólbjørn Thomsen,
formaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo