Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Onki land við marki til Russlands kann kenna seg trygt. Russiski forsetin, Vladimir Putin, fer ikki at himprast við at leypa á Nato lond í Eystur- og Miðevropa, um hann heldur, tað tænir endamálinum.

Hesin dapri spádómurin kemur frá einum manni, sum skuldi vita hvat hann tosar um. Hann kemur frá einum av teimum, sum í nógv ár arbeiddi tætt saman við Putin, til hann fall í ónáðir, og varð sendur í arbeiðslegu í 10 ár. Nú býr hann í útlegd í London. Mikhail Khodorkovskij var ein av størstu oligarkunum, tí hann fekk oljufelagið Yukos at ráa yvir. Til Putin sá hann sum eina hóttan.

Nú ávarar hann Vesturheimin.

- Putin kann leypa á Nato londini, bæði hernaðarliga men eisini við yvirgangi og teldusníkum. Eg haldi, Putin hugsar "Fer Nato veruliga at standa saman, um eg nú fari inn í Pólland ella baltisku londini?" segði Mikhail Khodorkovskij við týska tíðarritið Die Zeit áðrenn páskir.

Og hann er ikki einsamallur við sínum sjónarmiðum. Fleiri stats- og stjórnarleiðarar í Europa hava sagt neyvt tað sama. Til dømis Kaja Kallas, sum er forsætisráðharri í Estlandi, sum herfyri hevði hesa viðmerkingina: "Vit hava bara orsøk til at vænta tað ringasta frá Putin." Og uttanríkisráðharrin í ES, Josep Borrell: "Russland fer ikki at steðga við Ukraina". Eisini amerikanski forsetin, Joe Biden, hevur fleiri ferðir sagt, at Putin í veruleikanum ætlar at endurreisa gamla Sovjet stórveldið.

Imperiið hjá Putin
Er hetta veruleiki, so eru londini sum standa í størsta vanda Georgia, Moldova, Bosnia-Hercegovina og Kosovo, sum øll ikki eru Nato lond. Men eisini Nato limir sum Pólland og baltisku londini, sum eru fyrrverandi sovjetlond, fyrireika seg uppá tað ringasta.

Mikhail Khodorkovskij minir á, at Putin heilt frá byrjan hevur sagt, at kríggið í Ukraina snýr seg ikki bara um Ukraina. Hann segði longu í fyrstu røðu síni, eftir innrásina í Ukraina, at Nato má taka seg aftur úr Eystureuropa, eisini londunum, sum eru limir í Nato. Heldur ikki hann ivast í, at endaliga málið hjá Vladimir Putin er at endurreisa eitt Kreml-stýrt stórveldi, eins og tað sum fór fyri skeyti tá Sovjetsamveldið fór í søguna.

Serfrøðingarnir halda, at øll londini í Eystur- og Miðeuropa skulu kenna seg hótt. Tað er eisini galdandi fyri Pólland, Ungarn, Kekkia og Slovakia, sum øll blivu limir í Nato í árunum frá 1999 til 2004.

- Alt kann henda. Putin kann finna uppá alt. Tað er Vesturheimurin noyddur at taka støðu til, sigur Mikhail Khodorkovskij.

kelda: Jyllandsposturin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo