Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Bretska stjórnin boðar frá nýggjum sanksjónum móti russiskum oligarkum í London. Býurin sum eisini verður nevndur «Londongrad» tí so nógvir ríkir russarar við miklari ogn búgva har.

Ein av ognunum kallast Witanhurst, og er næst størsta húsið í London. Bara Buckingham Palace er størri.

Sambært Daily Telegraph so eigur russiski fosfatstórmaðurin Andrey Guryev ognina sum er verd 2,7 milliardir danskar krónur. Her hevur hann 65 rúm, tennisvallir, svimjihyl og eitt risastórt parkanlegg at bólta sær í.

Avísin skrivar eisini at amerikanska fíggjarmálaráðið í 2018 setti hann á ein lista yvir 100 oligarkar við tøttum sambandi við russiska forsetan Vladimir Putin, men hann var ikki raktur av sanksjónunum. Men tað kann henda nú, skrivar NRK.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo