Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Løgtingið samtykti lóg, sum gav landsstýrinum heimild til at leingja freistina viðvíkjandi innlating av ársfrásagnum fyri 2019 hjá fyritøkum vegna covid-19.

Ítøkiliga skuldi heimildin m.a. brúkast til, at leingja freistina hjá øllum eftir ársroknskaparlógini roknskaparskyldugum fyritøkum, at senda Skráseting Føroya ársfrásøgn.

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum sigur við VP, at kunngerðin við heimild í samtyktu lógini, er við at vera klár. Freistin verður longd frá ultimo juni til ultimo august.

Freistin verður sostatt longd tveir mánaðir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo