Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Sinnisbati: Loppumarknaður verður í Sinnisbata 18. mars kl. 10-16 í hølunum hjá felagnum, Laðabrekka 1 í Tórshavn, omanfyri handlinum Hennara, beint við Café Natúr.

Savnað verður inn til barna- og ungdómsarbeiðið hjá Sinnisbata. Í løtuni verður arbeitt við at seta eitt nýtt ráðgevingartilboð fyri ung á stovn, sum skal virka fyribyrgjandi. Kanningar vísa, at talið av børnum og ungum við sálarheilsutrupulleikum er vaksandi.

Tað er sera álvarsamt og nakað vit í felag mugu taka ábyrgd av og gera nakað við. Nógv ung hava ringt við at tosa við foreldur og vinfólk um avbjóðingarnar, tey kunnu hava.

Nógv ung hava trupulleikar við familju- og vinfólkum, í skúlanum, á sosialum miðlum og við ringum sjálvsáliti og sjálvsfatan. Hesar avbjóðingarnar kunnu fáa sera stórar avleiðingar fyri tey ungu, men tað kann eisini fáa stórar samfelagsligar avleiðingar.

Loppumarknaðurin er eitt av fleiri tiltøkum, har ljós verður varpað á sálarheilsuna hjá ungum fólkum, og peningur verður savnaður til at seta tilboðið á stovn.

Kom oman við lutum!
Hevur tú loppur, tú hevur hug at lata til endamálið, so ber til hjá tær at koma oman í Sinnisbata við lutum fríggjadagin 17. mars millum kl. 17-19. Vinarliga boða frá áðrenn á telefon 597913 ella á sinnisbati@sinnisbati.fo, har tú sigur frá, hvat fyri lutir, tú hevur hug at lata til endamálið.

Kaffi og køkusøla verður. Somuleiðis verður tombola við lekkrum vinningum til góman.

Øll eru vælkomin!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo