Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Bjargingartænastan í Libya lat sum onki tá flóttarfólk í havsneyð bóðu um hjálp.

So seint sum hósdagin skal tilburðurin vera farin fram útfyri libisku strondini, siga hjálparfelagsskapir, sum lurta eftir samskifti hjá fleiri bjargingartænastum har um leiðir, millum annað fyri at avdúka hendingar sum hesa.

Tað er ikki fyrstuferð at ein slík hending fer fram, og dømi eru um, at flóttarfólk í havsneyð hava fingið boðini, at vegna tað at tað er heiligdagur ber ikki til at koma teimum til hjálpar fyrr enn dagin eftir.

Í samband við eitt rættarmál, sum italski ákærumyndugleikin er í holtur við at kanna, og sum byggir á upplýsingar frá fleiri neyðhjálparfelagsskapum, er ein drúgv frágreiðing gjørd sum lýsir samskiftið ímillum italsku og eitt nú libysku bjargingartænasturnar. Har sæst týðuliga, at libisku myndugleikarnir oftani lata sum onki, tá fráboðanir koma um flóttarfólk sum eru í havsneyð útfyri libisku strondini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo