Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ólógliga innflytingin til USA er eksploderað síðani Joe Biden gjørdist forseti. Yvir 1,3 milliónir ólógligir tilflytarar eru tiknir á markinum teir níggju mánaðirnar, hann hevur verið forseti, sum er nýtt met.

Tað skrivar Washington Post.

Tíðindini í Washington Post hava fingið øði í fleiri republikanarar, nú miðilin avdúkar fleiri loyniligar flúgvingar við ómyndigum tilflytarum, sum koma við flogfari úr Texas og inn til fleiri stórbýir runt um í USA.

NY Post skrivar at miðilin hevur analýserað flogdata sum benda á at um 2000 tilflytarar eru komnir til flogvøllin Westchester County Airport uttanfyri White Plains í New York síðani 8. august á ár.

Ein kelda sum veit um flúgvingarnar sigur við avísina at teir ómyndugu tilflytararnir verða vanliga fluttir víðari til býarpartarnar Bronx, Brooklyn og Queens í New York City, umframt til Newburgh har norðuri í statinum og Bridgeport Danbury í Connecticut. Men teir verða eisini sendir víðari út á Long Island og til New Jersey, skrivar miðilin sambært Nettavisen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo