

Eftir at hava sæð D&V í kvøld, so skilji eg einki av nøkrum.
Helst havi eg ikki fylgt nóg væl við, og visti ikki (nokk mín egna skyld), at BARA 1, 2 og 3 flokkur vóru í skúla.
Nú finni eg so útav, at eg kanska koyri sonin í eitt covid reiður.
Heima havi eg tvey yngri børn, og tí haldi eg, at tað er so langt úti, at vit koyra tey MINSTU børnini í skúla.
Tey kunnu jú bera smittu heim til systkini og sonurin kann bera smittu í skúla frá møguliga smittaðum systkjum og næstrafólki.
Hevur man rætt at spyrja, hvør ella hvørji, hava funnið uppá hesa skipanina?
Skúlastýrið, Skúlastjórin, ella Topparnir úr Havn?
Hvat siga skilamenninir Landslæknin og Pál?
Mamma
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo