Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Mangt bendir á, at bensin varð stoytt á skotska loysingarbálið á valinum í farnu viku.

Tjóðskaparflokkurin SNP var bert ein sess frá fullkomnum meiriluta í tjóðartinginum, Holyrood í Edinburgh.. Hann fekk nógv flestar atkvøður og 64 sessir. Men saman við teimum Grønu, sum fingu 8 sessir, hava loysingarflokkarnir nú ein tryggan meiriluta. Tríggir sessir fullu frá sambandsveinginum yvir til loysingarvongin.

Sostatt er lítil ivi um, at kravið um skotska loysing frá restini av Stórabretlandi hevur fingið nýggja megi.

Nicola Sturgeon, sum stendur á odda fyri SNP og skotsku stjørnini hevur kortini sagt, at tað sum Skotland fyrst og fremst skal hugsavna seg um nú, er at koma burturúr koronakreppuni sum frægast.

Í London hevur stjørnin hjá Boris Johnson mint á, at partarnir vóru samdir um, tá fólkaatkvøða var í 2014, at tað verða ikki fleiri fólkaatkvøður um spurningin í okkara tíð.

Nicola Sturgeon hevur í sínum lagi sagt, at hon vónar og væntar, at ein fólkaatkvøða kann haldast í seinasta lagi ímóti ársenda 2023.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo