Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú tað gongur so gleðiliga væl í føroyskum hondbólti, so haldi eg, at vit eiga at steðga á og grunda yvir, hvussu skjótt og væl tað gekk at fáa ein tjóðarleikvøll, tá fótbólturin fekk sítt gylta úrslit í Landskrona fyri umleið tríati árum síðani.

Sum oftani í Føroyum gongur tað oftani soleiðis, at tá ein hundur pissar, so vilja allir pissa. Hetta rann mær til hugs, eftir at strandingar herfyri tóku stig til at fáa eina stórhøll bygda á Strondum, at so onnur so brádliga vóru klár til at byggja eina líknandi høll.

Nakað so typiskt føroyskt, at tá onkur hevur fingið eitt hugskot, ja, so koma øll møgulig onnur og vilja fremja sama hugskot.

Hví ikki lata strandingar, sum hava eina langa og stolta søgu við góðum hondbóltsúrslitum gjøgnumføra teirra hugskot. Nei, tí har kemur populistiski meirilutin í Tórshavnar býráð og stingur ein kepp í hjólið og vil hava stórhøllina bygda í Havn. Men er tað nú neyðugt, tá tað bert eru einir 15 minuttir úr Havn til eina møguliga høll, sum strandingar hava ætlanir um at byggja.

Mær rennur til hugs, tá føroyingar bastu Eysturríki í fótbólti, hvørjir tá vóru skjótastir á sjóvarfallinum um at fáa ein altjóða góðkendan vøll at spæla á. Tað vóru nevniliga fólkini hinumegisn fjørðin á Toftum, ið tóku stig til tað. Hetta eydnaðist sum kunnugt sera væl, og í mong ár var Svangaskarð heimavøllur hjá føroyska fótbóltslandsliðnum.

Spurningurin er, nær ein slíkur tjóðvøllur var komin, um ikki fría initiativið hinmegin fjørðin varð tikið beinanvegin. So hví ikki lata strandingar standa fyri at byggja eina stórhøll, sum kann vera heimavøllur hjá føroyskum hondbóltslandsliðum komandi árini.

Latið okkum standa saman og stuðla strandingum í hesum átakinum ístaðin fyri at fara at kríggjast um, hvar stórhøllin skal byggjast.

Tað koma ivaleyst fleiri stórhallir í Føroyum komandi árini, og tann fyrsta nýtist ikki neyðturviliga at liggja í Havn, tí hon liggur minst líka væl á Strondum.

Kári Mikkelsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo