Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Í dag fingu næmingarnir í 4. flokki í Norðskála-Oyrar skúla bókina Lukka, sum er gáva frá Meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum í samband við, at felagið í ár verður 35 ár. Komandi dagarnar fáa eisini hinir næmingarnir í 4. flokki í Føroyum bókina sum gávu.

MBF er meginfelag við 25 limafeløgum, og hevur øll 35 árini virkað fyri áhugamálum teirra, ið bera brek.

Bókin Lukka byrjar við eini løtulýsing og frágreiðing um navnið. “Ert tú komin at vitja ommu, lukka?”

Soleiðis sigur omma altíð við einum brosi, so ein muss og eitt klemm og ein drekkamunn á borðið. Her merkir lukka tað sama sum vælsignaður. Lukka merkir eisini eydna. Og Lukka eitur fína bamsan, sum hvørki er genta ella drongur. Samansett av ymiskum litríkum mynstrum, og við tveimum oyrum, ið ikki eru eins. Tveir ymiskar armar og tvey ymisk bein hevur Lukka eisini, og sanniliga, um annað eygað ikki er ein knappur.

Bókin tekur støði í ST sáttmálanum um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, og vísir á grundleggjandi rættindi føroyinga. Teksturin, sum er týddur og tillagaður, so hann er lættari enn uppruna teksturin at lesa, hava Ása Olsen, aðalskrivari í MBF, og Tóra við Keldu, forkvinna í MBF, staðið fyri. Myndirnar, ið eru við til at gera sáttmálan livandi, hevur Edward Fuglø teknað, og tað er Jastrid Gullaksen, sum hevur sett bókina upp.  

Lukka er ætlað børnum og vaksnum at lesa í felag, og vón okkara er, at hon kveikir áhugan hjá føroyingum sum heild fyri rættindum teirra, ið bera brek. Eisini er tað okkara ynski, at allir føroyingar koma at kenna tey rættindini, ið sáttmálin leggur upp til, so at rættindini gerast veruleiki í føroyska samfelagnum.

Lukka er ókeypis og kann fáast á skrivstovuni hjá MBF í Tórshavn. Eisini er møguleiki at fáa eintak á Bókasavninum við Løkin, Bókasavninum á Norðskála-Oyrar skúla, Fuglafjarðar bókasavni, Klaksvíkar bókasavni og Vága bókasavni. Frá í komandi viku er Lukka eisini at fáa í Suðuroynni og á Sandoynni. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo