Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í hesum Corona-plágaðu tíðum kann luktisansurin hjá fólki viðhvørt fáa so hervilig brek, at tað knípir sjálvt gløggum analytikarum at skilja millum kukk og kanel.

Ein vitandi, men argur høvuðsstaðar-búgvi fílist á, at danskarar skullu hava fíggjað fleiri ymisk føroysk projekt, sum slett ikki áttu at fingið nakran studning.

Hann nevnir SALT á Tvøroyri og leggur serliga hvassliga eftir klakksvíkingum, sum hann ikki heldur hava uppiborið nakra kulturella danska krónu!

Tann kulturella "katastrofan" er eftir hansara tykki, at danskarar skullu "leggja trýst á", hvat og hvør skal stuðlast í Føroyum.

Hetta er fulkomuliga absurdur logikkur.

Danmark er púra neutralt í hesum máli og stuðlar bara akkurát tí og tað, sum altráir føroyskir gubbar og dúgligar føroyskar gummur bidda og gráta um.

HVØR, ið eigur ella HVAR, man heldur sjálvan barsilin blanda danskarar seg yvirhøvur ikki uppí.

Teir lurta og rætta seg bara eftir grommum føroyskum konsulentum.

Antin tað so eru pengasvangir republikanarar á Sprotanum ella nationalir snultarar í sjálvari tí republikønsku sektini, sum bøna og plága um danskan stuðul.

Hvat er tað annars, sum luktar mest í hesum málum?

Ja, taka vit fyrst tað vitleysa Salt-projektið, sum havnarbúgvin av røttum kritiserar, so er luktplágan har ikki donsk, men skyldast eina og aleina einum forførandi republikønskum "tvørámanni" av Skála, sum p.t. allarmest búleikast í Havn.

Hesin nationali republikanski skendsil ikki bara luktar, men beinleiðis STINKAR, tí hann lokkaði bæði føroyskar og danskar, kommunalar og almennar myndugleikar til at lurta eftir sær og trúgva uppá hansara steinøru hvørvisjónir!

Eitt fata morgana við Tvøroyri sum einum sceniskt kulturellum alternativi til Milano, Paris ella Wien!

HVUSSU naivir kunnu føroyskir politikarar vera?

Og hvar var havnarbúgvin sjálvur, tá ið deym-sansa-sørir menn fyrstu ferð pønsadu uppá tað lítið aromatiska Salt-projektið, sum átti at blivið ein skjótur kosmetiskur abortur.

Annars haldi eg, at havnarbúgvin ger klakksvíkingum órætt.

Tað er munandi meira góðs í tí fólksliga kulturinum har, enn tað er í tí "fínkulturellu" klikuni av subsidieraðum ónyttum í Havn.

Har snorksvevur ein samanvovin junta av talentleysum skribentum, tóna-gríslarum og klossutum kustasveiggjarum, sum monopolisera kulturin, veita hvørjum øðrum stuðul og ansa væl eftir, at eingin danskur kassi loypir teir um.

Teir hava sett seg tungt á kulturin, so bygdarfólk slett ikki sleppa framat.

Har luktar so illa, at hvis havnarbúgvin ikki sansar tað, má hann momentant fara til testingar fyri kroniska kulturella Coronu.

Virgar T. Dalsgaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo