Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tríggjar vikur tók tað landsstýrinum at brainstorma seg fram til Hjálparpakka 2. Pakkin er ikki serliga kontroversiellur, heldur ikki serliga ambitiøsur. Í grundini er hann mest átøkur lummapengum til smábørn, tá tey fara á seturskúla, ella hvat tað nú er, sum børn í dag gera. Men hann er so komin, og tað er gott.

Kommandolinjurnar hava tó verið ivasamar. Landslæknin hevur stýr uppá sítt, heilsumyndugleikarnir tað sama. Men Landsstýrið tykist meira spaltað í sínum útmeldingum. Í farnu viku kom tað sum ein opinbering av bíbilskum proportiónum, tá landsstýrismaðurin í Uttan-menta-málum av sínum eintingum boðaði frá, at Føroyar skulu opna eftir páskir.

Eg veit ikki um Jenis av Rana, sum jú hevur eitt slag av politiskum fetish fyri at opna ting, tulkaði tekin av himli áðrenn óvæntaðu fráboðanina. Tað heilaga kunnu vit jú ikki forklára. So tað í sjálvum sær er kanska forkláringin. Men tað harmaði helst Løgmann, sum jú er rætti jarðiski myndugleiki at koma við slíkum boðum. Hann var kanska á veg úr Vestmanna til Havnar, tá Jenis fekk opinberingina.

Undir øllum umstøðum eigur arbeiðsfordeilingin at vera, at Løgmaður opnar tað, sum opnast skal í Føroyum. Og at Jenis stendur fyri ferniseringum í Heilaga landinum.

 

Skattaparadísið fyri obskur flogfeløg

Ímeðan Bárður og Jenis kappast um at eiga ta flottastu vernissaguna, hevur veruligi stýrimaðurin -  sørvágsumboðið í tríkleyvaranum – arbeitt óalmindeliga skjótt. Ferðavinnan er kanska harðast rakt av øllum vinnum og Atlantsflog tað sama. Svarið hjá fíggjarmálaráðharranum er einfalt: lat Atlantsflog sleppa undan at gjalda skatt fyri flogfólkið, tað kostar landinum í minsta lagi 12 mió.kr. um árið, men tað fer KANSKA at hava við sær, at Føroyar verða intressantar fyri obskur flogfeløg. Hvør skal siga, Covid-19 kreppan er jú ein upplagdur møguleiki at sníkja ein skattalætta inn undir ein longu hart spentan landskassa. Serliga hjá teimum, sum í nevrotiskari fixering halda, at tað eru skattalættar, sum fáa verðina av mala runt.

Og heilt erligt: hvør vil ikki hava, at hangarurin á flogvøllinum í framtíðini gerst heimstaður hjá suspektum flogfeløgum sum Ryan Air, Easy Jet og Air Mauritius? Og at kommunukassin í Sørvági exploderar í reinum skattaparadíspengum? Tá verður arbeiðið fullgjørt, ferðavinnan fær júst tað henni tørvar og kann re-branda Føroyar sum:

UNKNOWN, UNEXPLORED & UNBELIEVABLY UNEXPENSIVE

Fingurin upp, vissi tit eisini halda, at landsstýrið átti at arbeitt við Hjálparpakka 3, heldur enn at við varðandi fyriskipan gera Føroyar til eitt skattaparadís fyri obskur flogfeløg!

Kanska onkur fangar løgmann onkrastaðni millum Havnina og Vestmanna?

 

Jóan Pauli Dahl Jakobsen

 

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo