At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Vit byrja við enskum citati, eg fann um halloween búna: To be honest nowadays, you become a monster that scares the world.

Í útrokningini av leigu hjá Bústaðir, er íroknað viðlíkahald og at seta pengar í grunn.

Men Bústaðir brúkar leiguinntøkuna til annað enn hon er ætlað til.

Úrslitið av hesum er at tá viðlíkahald skal gerast, so mangla pengarnir.

Og tá noyðist Bústaðir til leigaran eftir pengum.

Tey, sum leiga verða sostatt noydd at gjalda tvær ferðir fyri viðlíkahald.

Higartil hava nýggj leigumál goldið fyri viðlíkahald av eldri leigumálum.

Tað steðgar upp, tá lítið verður bygt.

Og tað er tí eitt pyramiduspæl.

Av tí at Bústaðir nú fer at byggja saman við privatum, steðgar spælið longu í ár.

Tá verða pengarnir til viðlíkahald standandi í partafelagnum, tøkir til framtíðar viðlíkahald.

Úrslitið av hesum verður, at Bústaðir fer at mangla pengar.

Bústaðir fer eisini at mangla pengar til viðlíkahald til tey á leið 400 leigumálini, sum eru í dag.

Tað er tí ikki ókeypis at gevast við at lumpa fólk.

Tað fíggjarstjórin segði í KVF í gjár, váttar hetta, sum annars kann lesast í roknskapinum.

Fíggjarstjórin átti at vita, at tað ber ikki til at taka leigu frá fólki og brúka tað til nakað annað, uttan at tað manglar í seinni.

Veit ikki um hetta er lógligt ella ikki.

Men tað er at reyvrenna leigaran.

Hetta er tó ikki ókent.

Eftirlønargrunnurin hjá Havnar Arbeiðsmannafelag var, sum eg minnist, at líkna við eitt pyramiduspæl, til onkur sá tað og so tillagaðu tey skipanina.

Landskassin mátti veðhalda milliard fyri LÍV fyri fáum árum síðan.

IRF gjørdi eisini ein roknskap/uppgerð fyri verkstaðið. Tess meira viðlíkahald av bilunum, tess meira yvirskot hevði verkstaðið, tó at úrslitið hjá IRF bleiv verri. Tá skal ein duga at lesa tølini.

Akkurát tað sama við leiguroknskapinum í ársfrágreiðingini hjá Bústaðir, har samsvar ikki er millum útrokning av leigugjaldi og tað leiguinntøkan verður brúkt til.

At spara viðlíkahald ber ikki til, og tí má leigan hækka ella útreiðslurnar lækkast.

Annars átti Bústaðir at lækka leiguna við tí upphædd, tey taka inn og brúka til onnur endamál.

Forrestin so tekur Bústaðir eisini leigu fyri rentur, sum eisini verða brúktar til rakstur.

Tað verður ikki broytt av, at Jón Brian beinleiðis í KVF visti at siga nevndarformanninum, at fleiri, sum merkir minst tveir nevndarlimir, leka upplýsingar og tað verður heldur ikki broytt av at fíggjarstjórin sigur avlopið áðrenn rentur og avskrivingar er 6 mió.

Avlopið var 300.000 og tað er tí at Biskupstorg ikki er við.

Biskupstorg hevði ávirkað úrslitið 1,5 mió. skeivan veg.

Úrslitið fyri 2020 er tí undirskot á uml. 1,5 mió.

At tosa um 6-7  mió. tá úrslitið eigur at vera undirskot á meira enn millión er villleiðandi fyri vanlig fólk.

Nú siti eg og hugsi, um bókhaldi er orsøkin til at øll hava eina meining og ongin veit nakað.

Hóast skilið er ringt, kunnu vit gleðast um, at bústaðirnir hjá Bústøðum ikki leka líka illa sum Bústaðir.

Eivind Jacobsen
Strendur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo