Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Stjórar, embætisfólk og heilsustarvsfólk vóru øll spurd, tá ið ein serligur innkeypsbólkur undir leiðslu av Region Hovedstaden fyrst í mars fekk eitt tilboð frá einum kinesiskum veitara.

7,5 milliónir munnbind til at verja móti koronavirusinum á landsins sjúkrahúsum til ein kostnað á 19,5 milliónir dollarar - ella knappar 130 milliónir krónur.

DR hevur saman við miðlum í restini av Evropa gjøgnum altjóða journalistfelagsskapin OCCRP brúkt seinastu mánaðirnar til at koma til botns í milliardainnkeypinum hjá donskum og evropeiskum heilsumyndugleikum av verndarútgerð úr Kina.

OCCRP er stovnað í 2006 og hevur sum endamál at avdúka mutur og skipaðan kriminalitet, millum annað í Eysturevropa, men eisini í restini av Evropa og aðrastaðni.

Henda grópingin viðvíkjandi verndarútgerð hevur havt loyniorðið 'Graceland'.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo