Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Partafelagið Luna í Sandavági hevði í fjør sítt nógv besta ár hvat sølu viðvíkir. Nettosølan var 773 mió kr, sum skal samanberast við 680 mió kr í 2018.

Men framleiðslukostnaður, útreiðslur til starvsfólk og avskrivingar vuksu eisini, og tí gjørdist úrslitið fyri árið slakar 163 mió kr eftir skatt. Tað skal samanberast við góðar 152 mió kr í 2018.

Luna rindaði smáar 36 mió kr í partafelagsskatti og stívliga 28 mió kr í kryvjigjaldi.

Luna framleiðir aldan laks og hevur alibrúk á Sørvági, Miðvági, Vestmanna og Heystfirði umframt á Víkum. Smolt verða framleidd á Fútakletti og fløk verða skorin á virkinum í Sørvági.

Um framtíðina sigur leiðslan, at útbrotið av korona virus hevur við sær munandi óvissur, og væntast má ein neilig ávirkan á laksaprísin í 2020 og møguliga eisini 2021.

Fíggjarstøðujavnin hjá Luna var við árslok í fjør 1,22 mia kr og eginognin var 767 mió kr.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo