Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Heilsufrøðiliga Starvsstovan: Luna hevur í dag fingið tillutað eitt nýtt aliøki í Bug við tunnilsmunnan í Vestmannasundi.

Samstundis sum tað kunnu vera nógvir fyrimunir við harða streyminum, er harði streymurin eisini ein avbjóðing. Tí hevur Luna yvir eitt tíðarskeið kannað streymviðurskiftini og gjørt royndir við at temja streymin.

Luna fer at brúka tvær streymverjur norðanfyri og eina sunnanfyri aliøki. Streymverjurnar eru gjørdar úr líknandi tilfari sum aliringarnar, tó nakað sterkari. Niðurúr vatnskorpuni hongur eitt net sum er fest í ein søkkring.

Aliumstøðurnar í Bug líkjast annars tí sum Luna kennir frá Vestmannasundi, har Luna frammanundan hevur eitt aliøki, streymhart, men ikki nógv alda. 

Ætlanin er at leggja eina rammu við fimm plássum har fimm ringar kunnu liggja.

Atli Gregersen, stjóri sigur, “at tað hevur stóran týdning fyri Luna at deila framleiðsluna yvir fleiri økir. Framleiðslan verður javnari gjøgnum árið og vit minka munandi um váðan við at hava fleiri smærri aliøkir, enn fá stór aliøkir. Framleiðsluumførini verða fleiri og styttri, og vit fáa somuleiðis gagnnýtt smoltstøðina nógv betri.”

Luna ætlar at seta fisk út í september í ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo