Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Tað er eitt felag við Tummasi Henriksen, reiðara, sum hevur keypt Snarfrost-bygningin frá Pf Luna.

Í bygninginum er eitt stórt og brúkligt frystarí, har Luna hevur fryst ryggir og høvd av laksinum til kinesiska marknaðin.

Men tá ið útbygt var í Sørvági, var hetta arbeiðið eisini flutt út til Sørvágs, og hevði Luna tí ikki brúk fyri bygninginum og er hann tí seldur.

Tummas Henriksen sigur í stuttari viðmerking við VP, at byrningurin skal brúkast til at taka ímóti fiski, tað vil siga at flakavirkið verður aftur í oynni.

Tað eru eini 10 ár síðani at nakað flakavirki var í Vágum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo