Eg stríddi meg ikki upp á toppin á føðiketuni fyri at verða vegetarur
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á fyrispurning nr. 52-066/2020 eftir § 52a í tingskipanini um koronukoppseting frá Sirið Stenberg, løgtingskvinnu

Spurningurin var soljóðandi:

1. Nær er ætlanin, at fólk við kroniskum sjúkum, fólk á røktarheimum, sambýlum og bústovnum fáa í boði at verða koppsett fyri koronu?

2. Hava kommunurnar og fakfólk í kommununum, sum varðandi av eldrarøktini, verið við í arbeiðinum at gera koppingarætlanina?

3. Hvat verður gjørt fyri at tryggja Føroyum nokk av koppingarevni, og hava føroyskir myndugleikar verið í samskifti við onnur lond enn Danmark um hetta?

4. Nær kann roknast við at hava nokk av koppingarevni tøkt til tørvin í Føroyum?

Svar:

Til spurning 1
Hesa vikuna (vika 2) fer koppsetingin av búfólki á ellis- og røktarheimum og øðrum røktarbústøðum í gongd, eins og tey seinastu heilsu- og røktarstarvsfólkini eisini verða koppsett. Síðani legst so líðandi afturat við øðrum bólkum. Í nýggju kunngerðini sær raðfestingin og tíðarætlanin fyri komandi vikurnar soleiðis út: 

• Vika 53 – vika 2 (30. desember – 17. januar)
   o Starvsfólk í fremstu røð

• Vika 2 (11. – 17. januar)
   o Búfólk á ellis- og røktarheimum ella øðrum røktarbústaði

• Vika 3 (18. – 24. januar)
   o Persónar, sum eru í serligum vanda fyri at gerast álvarsliga sjúkir, verða teir smittaðir við Covid-19. Hesir sjúklingar verða valdir út í samráð við teir sjúkrahúslæknar, sum hava ábyrgd av viðgerðini hjá tí einstaka.

• Vika 4 (25. – 31. januar)
   o Avvarðandi hjá persónum, sum eru í serligum vanda fyri at gerast álvarsliga sjúkir, verða teir smittaðir við Covid-19 (tað eru sjúklingar, sum verða koppsettir í viku 3).

• Vika 5 (1. -7. februar)
   o Persónar, ið hava fylt 65 ár, sum fáa persónliga røkt og hjálp við tí praktiska.
   o Persónar, ið hava fylt 85 ár

• Vika 6 – 9 (8. februar – 7. mars)
   o Endurkoppseting (annað prikið)

Allar innkallingar til koppsetingarnar eru skipaðar eftir avtalu við sjúkrahúsverkið.

Til spurning 2
Ein arbeiðsbólkur mannaður við viðkomandi fakfólkum fór til verka miðjan november 2020 at gera eitt uppskot til eina COVID-19 koppsetingarætlan. Eftir ætlan skuldi bólkurin handa landsstýrismanninum koppsetingarætlanina tann 28. januar 2021.

Men av tí, at tilgongdin við at góðkenna koppingarevnið gekk munandi skjótari, enn roknað varð við, tá arbeiðsbólkurin varð settur, var neyðugt at stytta tíðarfreistina hjá arbeiðsbólkinum munandi.

Arbeiðsbólkurin handaði landsstýrismanninum koppsetingarætlanina tann 16. desember 2020, og longu 30. desember 2020 bar til at fara undir at koppseta fyrstu føroyingarnar.

Av tí, at tíðarætlanin hjá arbeiðsbólkinum at gera koppingarætlanina var sera tepur, vóru tað tíverri ikki stundir hjá bólkinum at bjóða møguligum áhugapørtum á fundir at umrøða koppingarætlanina og raðfestingar av teimum persónum/bólkum, sum fáa tilboð um ókeypis koppseting ímóti COVID-19.

Til spurning 3
Føroyar hava havt eitt søguligt samband við Danmark og onnur Norðanlond um pandemi tilbúgving.

Seinast ein avtala varð gjørd um trygd fyri koppingarevnum, var tá ið Danmark, Grønland, Føroyar og Ísland gjørdi eina felags avtalu við ein framleiðara um koppingarevni.

Tað er Statens Serum Institut, sum hevur til uppgávu at útvega Danmark koppingarevni.

Í sambandi við veiting av koronakoppingarevni varð avgerð tikin um, at Danmark saman við hinum Norðurlondunum, sum eru limur í ES ella hava EØS samband við ES, skuldu keypa koppingarevni í felag.

Føroyar og Grønland hava í hesum sambandi tryggja sær veiting gjøgnum Danmark. Ísland og Noreg eru eisini ein partur av ES veitingini.

Til spurning 4
Heldur ætlanin, er komið á mál at koppseta øll tey í serligum vandabólkum og elstu borgarar í landinum, tá mars mánaði er runnin.

Landsapotekarin tekur fyrivarni fyri, hvussu veitingin av vaksinu verður eftir tað, men í danska heilsustýrinum (Sundhedsstyrelsen) hava tey alment boðað frá, at tey rokna við, at øll tey, sum skulu koppsetast í Danmark, eru koppsett við endan á juni mánað.

Heldur tann forsøgnin, merkir tað, at eisini allir føroyingar, sum skulu koppsetast, eru koppsettir tá.

Tí Føroyar fáa vaksinu frá Statens Serum Institut eftir fólkatalinum, og tað merkir, at eins nógvir skamtar av vaksinu eru til hvønn føroying, og tað eru til danir.

Higartil hevur tað tó verið lutfalsliga meira av vaksinu til føroyingar, tí Føroyar hava fingið heilar kassar hvørja ferð.

Heilsumálaráðið, 15. januar 2021
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo