Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Í sambandi við Lutherárið í ár verður kirkjubio í Hoyvíkar kirkju týskvøldið 14. mars kl. 19.30.

Byrjað verður við, at Theodor Eli Dam Olsen, sóknarprestur, sigur nøkur orð um Luther og filmin hetta kvøldið. Síðan verður filmurin “Luther” frá 2003 sýndur.

Filmurin snýr seg um munkin Martin Luther. Honum hóvar ikki altíð treytirnar, ið munkar vóru settir at liva undir í 16. øld. Eitt nú, at kirkjan heldur sær Guð sum ein, ið tú skal ræðast, heldur Guð, sum elskar. Hann fer til Rom, og sær m.a. hvussu kirkjan tekur pening fyri syndanna fyrigeving. Hann er ikki samdur við, at Bíblian skal verða lisin á latíni. Luther heldur, at øll eiga rættin at lesa í Bíbliuni, og gevur seinni Bíbliuna út á týskum. Harvið setur hann lívið í vanda. Men hann sær eisini nýggjar møguleikar í lívinum. Eitt nú verður munkurin Martin Luther giftur. Hetta var byrjanin til reformatiónina ella siðaskiftið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo