Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Norðuratlants Bryggja: Vit vita ov lítið um hvørt annað í Danmark og í londunum í Norðuratlantshavi. Hetta hevur Norðurbryggjan sett sær fyri at gera nakað við. Í hesum sambandi er stuðul fingin frá trimum grunnum til at seta á stovn ein nýggjan vitanar- og námsdepil, ið skal geva donskum børnum og ungum eina dagførda mynd av lívinum í Grønlandi, Føroyum og Íslandi í dag.

 Tað eru teir tríggir grunnarnir – A.P. Møller Fonden, Novo Nordisk Fonden og Augustinus Fonden, sum stuðla við 45 mió. kr. tilsaman, sum fara til at menna náttúruvísindaligt og hugvísindaligt undirvísingartilfar og ikki minst at gera tað søguliga Lýsihúsið í stand aftur til endamálið.

Lýsihúsið liggur á Christianshavn í framhaldi av Norðurbryggjuni, sum er ein mentanarstovnur, ið verður rikin í samstarvi millum Føroyar, Grønland, Ísland og Danmark.

Vaksandi áhugi fyri felagsskapinum millum Danmark og londini í útnorðuri
Arktis, geopolitikkur og millumlanda felagsskapurin í Norðuratlantshavsøkinum er kjakevni í teimum einstøku londum og millum londini. Samstundis veksur áhugin fyri okkara felags uppruna, nútíð og framtíð. Hetta merkja tey væl í Norðurbryggjuni, har tey fáa alt fleiri fyrispurningar frá skúlaflokkum kring landið um at veita vitan um londini í Norðuratlantshavinum.

Føroyar, Grønland, Ísland og Danmark eru tætt knýtt gjøgnum eina langa felags søgu og persónlig sambond tvørtur um landamørk gjøgnum familju, arbeiði, útbúgving, samhandil, mentan og politikk. Tí eru alt fleiri áhugað í at fáa meira kunnleika um londini – bæði um líkskapin millum londini og um tað, sum ger okkum ólík.

 Tíðarhóskandi felags fatan av londunum í Norðuratlantshavi
”Við einum nýggjum vitanar- og námsdepli í Norðursbryggjuni fáa donsk skúlabørn betri møguleika fyri at fáa innlit í lívið, sum tað er í Grønlandi, Íslandi og Føroyum í dag. Á henda hátt fáa skúlanæmingar innlit í tað, sum knýtir Danmark og londini í Norðuratlantshavinum saman bæði søguliga og nú.“ – sigur Karin Elsbudóttir, stjóri í Norðurbryggjuni, og leggur aftrat:

 ”Málið er at hækka almenna vitanarstøðið um londini í Norðuratlantshavi, sum tey eru í dag, soleiðis at børn og ung í hesum londum og í Danmark kunnu hittast í eygnahædd við færri fordómum og størri vitan um og virðing fyri hvørjum øðrum”.

Í Lýsihúsinum fer Norðurbryggjan at bjóða sjey evnislýsandi undirvísingargongdir. Innan náttúruvísindaligar lærugreinar fara undirvísingargongdirnar at leggja dent á at miðla evni sum jarðfrøði, ís, fisk, protein og orku, sum eru við til at leggja støðið undir tey nútimans samfeløgini í útnorðuri. Harumframt verður eisini ein undirvísingarbreyt um samleikan hjá ymisku londunum – um fólkið, málið, fólkaræðið og søguna. Næmingarnir fáa undirvísing í náttúrugivnu viðurskiftunum og í samspælinum millum íbúgvar og náttúrutilfeingið í ymisku londum. Fleiri undirvísingargongdir tengja saman náttúrvísindalig, samfelagslig og mentanarsøgulig sjónarhorn og eru lagað til børn og ung í ymiskum aldrum.

Grunnurin A.P. Møller og Hustru Chastine Mc-Kinney Møllers Fond til almene Formaal hevur játtað 21 mió. kr. til at seta Lýsihúsið í stand. Grunnurin Novo Nordisk Fonden hevur játtað 14,7 mió. kr. til menning av teimum náttúruvísindaligu undirvísingartilboðunum, og grunnurin Augustinus Fonden hevur játtað 9,3 kr. til undirvísing um fólk, mál, mentan og søgu.

Við teimum 45 mió. kr. tilsamans er vitanar- og námsdepilin í Lýsihúsinum fult fíggjaður og Norðurbryggjan fer við sínum støði í økinum sum heild at standa á odda fyri arbeiðnum og heinta serfrøði og viðvirkandi úr øllum londunum í Norðuratlantshavi.

Kunning um Lýsihúsið 
Lýsihúsið – á donskum Tranhuset – varð bygt í 1781 sum pakkhús fyri tað lýsið, sum varð kókað av spiki frá hvalaveiðu í Norðuratlantshavi. Friðaða húsið er sostatt við til at siga søguna um tey tøttu sambondini við londini í Norðuratlantshavinum. Lýsi var eitt umráðandi og virðismikið tilfeingi, sum varð nýtt til lýsilampur. Enn er ein feril av lýsilukti eftir í húsinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo