Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Í morgin verður hann útsynningur í ættini, men bert lítil vindur, gul ella fleyr, sól mitt á degnum, annars skýggjað men turt. Hitin um 12 stig.

Týsdagin og mikudagin strúkur í vindi ella hvassur vindur av útsynningi, mesti vindurin mikudagin og mesta regnið týsdagin. Hitin uppí 13-14 stig.

Hósdagin makar hann vindin nakað men framvegis útsynningur og okkurt æli. Hitin um 11 stig.

Fríggjadagin frískt lot av vestri, sól ein stóran part av degnum, turt og hitin uppí eini 12 stig.

Næsta vikuskiftið verður lítil vindur av vesturætt, turt báðar dagarnar og sól sunnudagin. Hitin 10-12 stig.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo