Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Hósdagin 3. oktobur 2019, kl. 17 handar Tórshavnar kommuna Mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens og Barnamentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs á almennari samkomu í Müllers Pakkhúsi í Havn.

Tilsamans fýra virðislønir verða latnar í ár. Tríggjar virðislønir verða latnar í navni M. A. Jacobsens, ein fyri yrkisbókmentir, ein fyri fagrar bókmentir og ein fyri mentanaravrik. Ein Barnamentanarheiðursløn verður latin.

Síðani lagt varð til brots, kundu ein ella tvær M. A. Jacobsenvirðislønir verða latnar. Eftir 1972 skuldi onnur virðislønin latast yrkisbókmentum og hin fagurbókmentum. Frá 1985 bar eisini til at lata virðisløn fyri mentanaravrik, og nevndin fekk heimild til ikki at lata onkra av virðislønunum.

Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs varð fyrstu ferð latin í 1977. Reglugerðin heimildar nevndini at lata upp til tvær virðislønir ella onga, um einki verk er mett at vera virðislønarvert. Í 2010 varð reglugerðin nakað víðkað og broytt og heitið Barnabókaheiðursløn varð broytt til Barnamentanarheiðursløn.

Tá ið Mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens og Barnamentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs verða handaðar hósdagin 3. oktobur fara kórini Fljóðljóð og Tórshavnar Kamarkór at syngja.

Øll eru vælkomin til hesa heiðursløtu í Müllers Pakkhúsi í Havn, sum í ár verður hildin á ovastu hædd í nýumvælda pakkhúsinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo