Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Nú leygarkvøldið vitjar kendi lag og sangskrivarin M.C. Restorff í Vági, har aftankvirra er á skránni.

Í fleiri ár hevur aftankvirra verið hildin í Vágs kirkju og fólk úr allari oynni hava leitað leita sær til hesi tiltøk, ið hava havt vitjan av eitt nú: Heina Lutzen, Lisu Fredriksberg, Magna Christiansen, einum parti av bólkinum 4, nevniliga Niclas Johannessen, Petur Jacobsen og Gunnar Justinussen, sum tá fingu tilnavnið hálvgumfýra. 

Meinigheitshúsið í Vági, sum fyrr í ár rundaði tey 100árini, hevur boðið M.C.Restorff suður og kemur hann at syngja, spæla og lætt greiða frá um sínar sangir.

Tiltakið byrjar kl 20.00 í Vágskirkju og verður møguleiki at lata eina gávu til Meinigheitshúsið. Aftaná tiltakið verður boðið til ein kaffimunn og okkurt gott afturvið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo