Virðirlønir M.A. Jacobsens og Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs verða latnar í Múllers Pakkhúsi í annaðkvøld, hóskvøldið 7. oktober. Hátíðarhaldið byrjar klokkan 17.
Skráin sær soleiðis út:
- Kórið Silvitni syngur tveir sangir
- Annfinn Brekkstein, formaður í mentamálanevndini, bjóðar vælkomin
- Heðin Mortensen, borgarstjóri, handar virðislønirnar.
Virðislønirnar eru:
- M.A. Jacobsens virðisløn fyri yrkisbókmentir. Silja Aldudóttir lesur grundgevingina.
- M.A. Jacobsens virðisløn fyri mentanaravrik. Malan Marnersdóttir lesur grundgevingina.
- Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs. Rigmor Dam lesur grundgevingina.
- Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs. Annfinn Brekkstein lesur grundgevingina.
At enda syngur Sanna Bæk Hoydal tveir sangir, Jákup Tórgarð spælir klaver.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo