Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

BirkBlogg: Suni Merkistein innleiddi sýningina við spildurnýggja heimildarfilminum "Diego Maradona" í Filmsfelagnum í gjárkvøldið.

Hetta var samstundis fyrsti av fjúrtan mikudagsfilmum sum slag í slag verða hvønn mikudag í Filmsfelagnum til og við 11. desember.

Filmarnir nema allir við kynsleiklutir og snara um eina varisliga definition av, hvat kynsleiklutir í veruleikanum eru, og hvønn týdning teir kunnu hugsast at hava í ymsum høpi, lýstir í spildurnýggjum arthouse filmi, har menn og kvinnur eru evni.

Mikudagin komandi er tað hin fremsti og kendasti spanski filmsleikstjórin, Almodóvar, sum umframt at vera djúpt litfagur og sprelskur í frásøgnini, aldri letur okkum ivast í at hann er samkyndur. Samkyndleiki verður ein innkorporeraður partur av hansara filmisku søgum.

Nýggjasti filmurin er "Dolor y gloria", Pína og Heiður, ella Smerte og ære á donskum. Júst hesi nýggi Almodóvar-filmur verður vístur í Filsmfelagnum mikudagin!

Myndirnar tók Ole Wich.

Her er inngangurin hjá Suna Merkistein í gjárkvøldið: trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo