Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Í morgun hendi eitt keðiligt og óneyðugt arbeiðsóhapp á ruskplássinum hjá Vága kommunu.

Starvsfólk hjá IRF vóru í holt við at tøma eina bingju í ruskbilin. Tá bingjan verður tømd, sprænir mykja frá vembrum, sum ikki vóru tømdar, á tann eina mannin hjá IRF, so hann var tann bera mykja frá høvur til fót.
Hesin neyðar maður var sjálvandi noyddur at fara til hús at skifta og vaska sær. Ikki man túrurin heim hava verið tespiligur.

Vága kommuna harmast almikið um hesa hending, og vil hervið alment biðja mannin um umbering fyri tað, sum hent er.

Kommunan hevur í nógv ár lýst við, at vembur skulu tømast, áðrenn tær vera koyrdar í bingjurnar. IRF hevur gjørt tað sama, men tað tosast ikki við summi fólk.

Kommunan vil enn einaferð inniliga heita á fólk, um at tøma vemburnar, áðrenn tær vera koyrdar í bingjurnar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo