Meira ræður um tað, ið rætt er, enn hvør ið rætt fær
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Beint undan jólum fylti Mads W. Hentze 90 ár. Mads er skopunningur og bygdi sær hús uppi á Selatrað í Skopun. Hann giftist við Odu, sum er ættað úr Hvalba, men kom til Skopunar sum smágenta, hon vaks upp hjá mostir síni Kathrinu og Jacob Andreas Joensen.

Saman fingu Oda og Mads børnini Hildubeth, Tórfríð, Maud og Oddur.

Mads og Oda hava livað eitt fyrimyndarligt lív saman við sínum børnum, í Skopun.

Nú eru Mads og Oda blivin eldri fólk, Mads er tað nógva á Áargarði á Sandi.

Tað er nógv man kundi sagt um henda mann, ja, hann er sonur Frantz og Hildu W. Hentze. Av tí at tað vóru aðrir, sum itu Mads, verður hann altíð nevndur Mads hjá Frantz.

Eg minnist Mads sum ein av okkara bestu útróðrarmonnum. Hann róði nógv út heima og sera væl lág fyri hjá honum, var altíð ímillum teir fremstu. Men heimaútróður var nakað teir gjørdu um veturin, tað er áðrenn línubátarnir komu í 60’unum. Annars róði Mads altíð út heima, tá møguleiki var til tað.

Mads róði nógv út í Ravnoynnið við Fróðakletti og øðrum bátum, mest var Mads formaður á báti.

Sjólívið var tað einasta, sum var at bjóða ungdómum tá í tíðina, sum Mads vaks til mans, so slupptíðin og sjálvdráttur eru nakað, sum Mads veit alt um, nú hann situr sum gamal maður, hann kann siga frá nógvum baldruttum túrum á sjónum.

Eg minnist Mads í bestu árum, hann var av bestu innløgumonnum og tað var altíð settur stórur prísur á fyrr. Tað var altíð, og er, stór drift eftir havhestaungum, Mads var ein, sum skaraði fram úr, tað vóru fleiri, eg sjálvur havið verið eftir havhesti sum ungur við Mads við bátinum Havborgin.

Oda, sum eisini hevur fylt nú í Januar 85 ár, hon smæddi seg ikki burtur at taka fatt, tað gekk bæði skjótt og væl at skolda og gera reint hjá henni. Oda og Mads vóru ofta saman tá tað galt at skolda og annað arbeiði.

Tað vóru nógvar stuttligar søgur sagdar, at skemta var Mads góður til og er tað enn. Hetta at skemta liggur til summar familjur.

Eg minnist eina hending, sum Mads fortaldi einaferð, eg lurtaði og goymdi hvørt orð. Sum tey gomlu søgdu, at gott var at sita undir og goyma søgur.

Søgan var tann, at Mads var farin til skips við Tungufossi, men var ikki komin longur enn til Havnar tí veðrið var so ringt, lítla dóttirin var blivin illa sjúk. Hetta var ein tíð í 60’unum, har einki skil var á læknaviðurskiftum í Sandoynni. Læknin vildi ikki koma og tey, sum høvdu skil fyri slíkum vistu, at gentan stóð ikki til at bjarga, kom hon ikki undir læknahond. Veðrið var av tí allar ringasta.

Oda fekk onkran at fara á støðini og prøva at fáa fatur á Mads, tað var ikki bara sum at siga tað, tað er ikki sum nú, hvørt barn gongur við telefon.

Jú, tey fingu umsiður fatur á Mads, hvat sigur ein pápi í slíkari støðu. Mads var ikki ráðaleysur, hann fór í sprongagongu beina kós heim til løgmann, hann bankaði á dyrnar og Hákun Djúrhuus kom út, hann helt fyri, tú er ikki ørindaleysur. Jú, Mads sigur honum at støðan var ring hjá dóttrini, læknin vildi ikki koma, tíðans heldur hann vildi senda læknabátin til Skopunar.

Hákun gjørdi skjótt av, hann sigur við Mads, fær tú beinanvegin oman til Reyðakross, sum báturin æt, og bíða har. Sum tú sjálvur veit liggur hann í Vágsbotni. Mads gjørdi skjótt av og fór oman til bátin.

Tað gekk ikki leingi, so var skiparin har, ein av grovastu monnum at sigla kring oyggjarnar Martin Torgarð. Jú, teir komu til Skopunar í øllum góðum, hóast at veðrið var ringt kom gentan á landssjúkrahúsið og hon bleiv frísk.

Hetta vísur, at maðurin var ikki ráðaleysur og skilmaðurin handlaði eisini og gav ordrar.

Tað er so nógv, sum kundi verðið sagt um Mads, hann var eisini handverkari, tað lá væl fyri. Hann arbeiddi nógv saman við Herman Winther, teir løgdu miðstøðuhita í hús runt um.

Mads og Oda eru altíð komin í Guds hús og borið vitnisburðin fram, men nú eru tit blivin eldri, vit vita at vit eiga nógv eldri fólk, sum eru okkara forbiðarir.

Góði Mads, hjartaliga tillukku við 90 ára degnum.

Somuleiðis Oda, hjartaliga tillukku við 85 ára degnum, og børnini, ommu- og abbabørnini, oldurommu- og oldurabbabørnini.

Má Gud signa tykkum øll.

G.í.B

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo