Ein maður sum arbeiddi við eini fortoyning á einum alibrúki hjá Bakkafrost í Borðoyavík fekk stóran skaða í búkin, tá ein trossi antin slitnaði ella glapp, so hann rakti mannin.
Maðurin varð fyrst fluttur á Klaksvíkar sjúkrahús men løtu seinni sama dag á Landssjúkrahúsið, har hann varð lagdur undir skurð. Óhappið hendi fyri 12 døgum síðani. Maðurin er framvegis innlagdur.
VP frættir, at hann var sjálvur annar á bátinum, tá óhappið hendi. Hin maðurin visti ikki at siga, júst hvat er hent, tí hann sá ikki, tá hendingin fór fram.
Fyribils frágreiðing er skrivað og latin Sjóvinnustýrinum, men enn er eftir at tosa við mannin sum var fyri óhappinum.
VP frættir, at ein bjargingarvestur, sum maðurin var í, helst hevur tikið ein part av stoytinum, so skaðin ikki bleiv tann sum hann annars kundi verði.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo