Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Var á samkomu í Norðurlandahúsinum, har Jens Kjeld Jensen fekk handaða Norðurlendsku umhvørvisvirðislønina.

Allir føroyingar kenna Jens Kjeld, og sørvingar og kanska serliga bygdaráðslimir gjørdust ikki sørt firtnir, tá ið hann skrivaði í bløðini um bitar av graslíki, sum vóru tikin av vøllinum og lógu ymsa staðni og ikki vóru tiknir upp.

Men maðurin hevur jú rætt. Viðhvørt hava vit brúk fyri einum lítlum asnasparki fyri at verða mint á, at slíkt er ikki í ordan.

Vit mugu sum kommuna duga betur at fara um, at halda bygdirnar reinar og at hava umhvørvisatlit við øllum, sum vit fáast við. Tað verði seg alt frá burturkasti, til byggiverkætlanir.

Burturkast
Vit hava eitt væl virkandi øki úti í grótholinum, har upplatingartíðirnar áttu at verið longdar, kanska serliga í vikuskiftinum.

Eitt sindur er gjørt við skiljing harúti, men nógv meira kann gerast, uttan at tað skal gerast alt ov kostnaðarmikið. Vit eiga sjálvandi at gera eina betri skipan av umhvørvisplássinum. Nógv størri dentur skal leggjast á at raðfesta endurnýtslu, at skilja burturkast, at fáa kvørn og glasbingju út á umhvørvisplássið og fara undir at minka um burturkast við at brúka kompostloysnir.

Eg síggi fyri mær, at umframt tað at øll eiga at sleppa at brúka kompostspannirnar hjá IRF, um hugur er til tess, so áttu vit at gjørt eina verkætlan saman við fólki úti í Mykinesi fyri at fáa greiði á, um teirra burturkast minkar av at brúka kompostspannir. Oyggin er lítil og avbyrgd, og tískil er lætt at fylgja við, um nakar bati verður av hesum. Hetta er gott fyri alt: bæði umhvørvið og minkandi flyting av ruski úr Mykinesi. Hetta er avgjørt eina roynd vert, um hugur er til tess.

Nútímans krøv
Hugsa vit longur fram í tíðina, so eiga vit alt fyri eitt at leggja ætlan fyri einum nýggjum bygningi úti í grótholinum, sum fyrst og fremst skal vera til arbeiðsfólkið í Sørvágs kommunu. Har skal vera pláss fyri øllum amboðum í bygninginum, umframt møguleiki at umvæla amboð. Vit hava tørv á eini nútímans loysn, sum er í samsvar við krøvini um at fara væl um umhvørvið og at endurnýta alt, sum endurnýtast kann.

Plássið skal skipast soleiðis og bygningurin vera nóg stórur til, at skipast kann fyri umvælingarkaffistovu, plantuskeiðum, (evt. hava eitt lítið drívhús), handverkstaði, umframt at ruskplássið skal útbyggjast soleiðis, at rúm verður fyri glasinnsavning og stórruski, og at útbyggja møguleikar fyri at skilja rusk (í samráð við IRF, sjálvandi).

Umvælingarkaffistovur
Hesar umvælingarkaffistovurnar eru sera væl umtóktar í Danmark til dømis. Tað ber væl til longu nú at fáa fólk, yngri sum eldri, at hittast, hugna sær og bjóða seg fram at hjálpa fólki við umvælingum av smálutum av ymsum slagi. Kommunan kann veita karmar til eldsálir, sum vilja fara undir slíkt hent ítriv. Vit mugu gera upp við tveit - burtur mentalitetin, sum vit hava verið so von við nú í mong ár. Og so kann man hugna sær samstundis.

Plantuskeið
Endamálið er at fólkið í kommununi hava eitt stað at koma saman, og at tey umframt kunnu bjóða seg fram at skipa fyri frálæru í planturøkt, kunnu hjálpa eldri borgarum at halda garðin, ella at bjóða fólki uttanífrá at hava skeið í plantum og røkt av gørðum ella bara skipa fyri túrum úti í náttúrini, td. saman við børnum fyri at læra tey um tað, sum veksur.

Avleiðingar
Møguleikarnir eru enn fleiri enn hesir, tað er, sum maðurin segði, bara hugflogið, sum setir markið. Eg ímyndi mær, at eitt slíkt pláss kann skapa hug og dirvi at koma saman og skapa nakað, sum gevur meining.

Vit fáa nøgdari arbeiðsfólk, eitt spennandi arbeiðspláss, tað verður lættari at fáa fólk í arbeiði í kommuni, her verður størri effektivitetur, sum gevur nøgdar borgarar. Fólk, sum eru fitt í hondunum, sleppa at royna seg og kunnu hittast. Vit hava jú longu frammanundan tveir bólkar av pensjónistum, sum hittast, so hetta er bara eitt íkast aftrat.

Eg ímyndi mær eisini, at fólk við skerdum førleika ella sálarligum avbjóðingum kunnu fáa arbeiði á einum slíkum staði, sum fer at hava so nógvar ymiskar funktiónir.

Og vit gerast øll meira tilvitað um umhvørvið, og tað er nakað, sum er alneyðugt í hesum tíðum.

Alt hetta kemur ikki eftir einum degi, men um vit vilja tað, so kunnu vit spakuliga fara undir tað og gera skilvísar boytingar, sum kemur øllum til góðar.

Marna Jacobsen
Valevni á Lista B

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo