Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

"Maðurin við hornunum", sum miðlarnir kallaðu hann, fekk 41 mánaða fongsulsrevsing fyri álopið á kongressina 6. januar.

Dómarin kallaði Jacob Chansley fyri sjálva ímyndina av álopinum.

Hann var í skinnhúgvu við hornum, hevði beran yvirkropp og hevði eitt flagg bundið fast til eitt spjót, sum kundi brúkast sum vápn.

Jacob Chansley var ein tann fyrsti at troka sær veg inn í Kongressbygningin, hann var inni í fleiri skrivstovum og senatinum og legði eisini boð eftir seg har.

Fleiri fólk lótu lív undir álopinum á kongressbygningin.

- Tað ringasta av øllum er, at eg havi bara mær sjálvum at takka. Eg skal hyggja í spegilin hvønn dag og sanna, at eg havi gjørt nakað býtt, segði Jacob Chansley áðrenn dómurin varð sagdur.

Hansara rættarmál er tað fyrsta av umleið 650 málum ímóti fólki sum vóru við til at bróta sær veg inn í kongressbygningin í Washington 6. januar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo