Ljós hevur ikki sæð myrkur
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Heilsufrøðiliga Starvsstovan: Kanningar av tvískeljum úr Kaldbaksfirði her í juli mánað hava víst, at algueiturevni er til staðar, í mongdum omanfyri markvirðið.

Samstundis hava algukanningar av sjógvi úr Kaldbaksfirði staðfest, at talið av algum er omanfyri tað, sum verður mett ráðiliga, skal skeljavøra vera egnað til matna.

Kaldbaksfjørður er partur av algiøki 1. Øki 1 umfatar

- 1a. Sundalagið sunnan fyri Streymin og Tangafjørð;
- 1b. Skálafjørð;
- 1c. Kollafjørð og Kaldbaksfjørð;
- 1d. Sundalagið norðan fyri Streymin.

Sí mynd niðast.

Vit ráða tí staðiliga frá eta tvískeljar, ið eru tiknar í firðum í øki 1. Algueiturevni kann føra við sær at fólk gerast álvarsliga sjúk av at eta hesar skeljar í løtuni.

Meira kunning finst her:  Sjúkueyðkenni frá eitran av algueiturevni í skeljamati.

Áminning um heilsufrøðiligu ásetingarnar, tá umræður borðreiðing av livandi skeljum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo