Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

- Avlopið i 2020 gjørdist 31,6 mió kr eftir skatt. Hetta er ein lækking uppá 4,7 mió kr sammett við úrslitið í 2019. Sølan tilsamans var 667,3 mió kr ímóti 923,8 mió kr í 2019. Havandi í huga neiligu avleiðingarnar á virksemi felagsins, beinleiðis ella óbeinleiðis, orsakað av COVID-19 farsóttini, metir leiðslan, at úrslitið fyri 2020 er nøktandi.

Soleiðis sigur leiðslan í Magn í frágreiðingini í nýggjsta roknskapinum. Sagt verður eisini, at Magn ætlar sær at taka aktivan leiklut í grøna orkuskiftinum, men at langt er á mál, serliga tí føroyska elveitingarlógin verjir monopolið.

- lkki fyrr enn serliga elveitingarlógin verður liberaliserað - umframt at aðrar lóggávu- og bygnaðarligar broytingar verða gjørdar - er grundarlag fyri at hava ein nýskapandi og dynamiskan el- og orkumarknað, ið aftur eru ein fortreyt fyri, at Visjón 2030 skal eydnast.

Herfyri hoyrdist, at íslendsku eigararnir vildu selja Magn. Men tað fyllir ikki nógv í frágreiðingini. Vinningsbýtið til eigararnar er 93 mió kr.

Fíggjarstøðan hjá Magn javnvigar við 315,5 mió kr. Eginognin er smáar 80 mió kr.

Í miðal 82 fólk starvaðust hjá Magn í fjør, tvey fleiri enn árið fyri.

Finn Jakobsen er forstjóri, Johnni M. Poulsen er stjóri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo