Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Vinnuhúsið: - Vit hava havt stórar avbjóðingar við at útvega starvsfólk seinastu trý árini, og í løtuni mangla vit 15 starvsfólk handan diskarnar í ymsu Magn støðunum kring landið, sigur Áki Vang Poulsen, retail og marknaðarstjóri hjá Magn.

Magn hevur 11 Magnstøðir kring alt landið og ein av teimum hevur opið alt samdøgrið.

Føroyski arbeiðsmarknaðurin megnar ikki at fylgja við
Korona kom sum ein skelkur hjá Magn eins og restina av føroyska samfelagnum á grækarismessu 2020. Tá stongdu fleiri Magnstøðir í eina tíð, men tað var mest av óttanum fyri, hvussu smittan kundi spjaða, tí tað valdaði stór óvissa um smittuspjaðingina.

- Hóast Magn og ferðavinnan, fyri stóran part, hava brúk fyri somu starvsfólkum, so hevur Korona havt lítla ávirkan á avbjóðingina at útvega starvsfólk, sigur Áki Vang Poulsen.

Áki Vang Poulsen heldur, at avbjóðingin at útvega starvsfólk kemst heldur av stóra vøkstrinum í føroyska samfelagsbúskapinum seinastu árini, har føroyski arbeiðsmarknaðurin ikki hevur megnað at fylgt við vøkstrinum. Og nú føroyska ferðavinnan letur upp aftur fyri útlendingum, fer trýstið á føroyska arbeiðsmarknaðin at verða enn størri.

Hava roynt allar møguleikar í Føroyum
- Vit hava gjørt alt her í landinum fyri at útvega starvsfólk. Vit hava havt nógvar lýsingar í miðlunum og vent okkum til ALS, men tað hevur ikki hjálpt stórvegis, sigur Áki Vang Poulsen.

- Fyri Magn merkir trotið á arbeiðsmegi, at vit til tíðir hava havt avbjóðingar við at veita nøktandi tænastu, og at lyklapersónar í fyritøkuni brúka alt ov nógva til at fáa arbeiðstalvur at ganga upp, ístaðin fyri at brúka tíðina til at menna fyritøkuna, sigur Áki Vang Poulsen.

- Tit kunnu bara bjóða meira í løn, vil onkur kanska siga, men tað ber sjálvandi ikki til. Partarnir á føroyska arbeiðsmarknaðinum hava sáttmálar at halda seg til, og um føroyskir arbeiðsgevarar fara at kappbjóða um arbeiðsmegina, so úthola vit sáttmálarnar, samstundis sum føroyski samfelagsbúskapurin endar við at fara av sporinum við versnandi kappingarføri, sigur Áki Vang Poulsen. 

Góðar royndir við útlendskari arbeiðsmegi
- Tí hava vit roynt at útvega arbeiðsmegi uttanlands, serliga ungdómur úr Danmark og Svøríki umvegis Nordjobb skipanina. Vit hava verið sera væl nøgd við hesi ungu fólkini. Tey eru dugnalig, fyrikomandi, álítandi og útinna sítt arbeiði til fulnar, men vit kundu sjálvandi hugsað okkum, at samskiftið umvegis handilsdiskarnar altíð kundi farið fram á føroyskum, sigur Áki Vang Poulsen.

- Ein onnur avbjóðing við Nordjobb skipanini er, at tey ungu eru ikki leingi í landinum, og tí fara tey avstað aftur, stutt eftir, at tey eru upplærd. Vit eru í løtuni í holt við at útvega okkum pólska arbeiðsmegi, og miðja eftir at seta sjey póllendingar í nærmastu framtíð, sigur Áki Vang Poulsen.

Tað almenna manglar eisini arbeiðsmegi
Áki Vang Poulsen vísir á, at tað ger avbjóðingina enn størri, at tað almenna eisini manglar arbeiðsmegi til at røkja sínar tænastur og at halda sítt tænastustøðið á t.d. barnaansingarøkinum, í eldrarøktini og øðrum umsorgartænastum hjá tí almenna. Politiska skipanin kundi gjørt tað smidligari at fingið atgongd til útlendska arbeiðsmegi uttanfyri ES, soleiðis at vit kunnu manna størvini við føroyingum, har tað er neyðugt og við útlendingum, har tað ber til.

- Magn hevur ikki beinleiðis trupulleikar við at útvega útlendska arbeiðsmegi, tí vit søkja bert innanfyri ES, men tað hevði sjálvandi hjálpt okkum óbeinleiðis, um aðrir arbeiðsgevarar fingu atgongd til arbeiðsmegi uttanfyri ES, soleiðis at fleiri starvsfólk kundi verið tøk á føroyska arbeiðsmarknaðinum, heldur Áki Vang Poulsen.

Kann fáa óhepnar avleiðingar sum frá líður
Politiska skipanin eigur tí at víðka atgongdina og gera tað lættari, at útvega útlendska arbeiðsmegi. Um einki verður gjørt, so kunnu avleiðingarnar sum frá líður verða, at føroyska lønar- prísstøði verður trýst uppeftir, vanligi føroyingurin fær minni fyri pengarnar, føroyska kappingarførið versnar, vøksturin steðgar og virksemið í føroyska samfelagnum fer at minka, heldur Áki Vang Poulsen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo