Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

MYND: KVF

MYND: KVF

MYND: KVF

Keldur, sum standa Tjóðveldi nær, vita í kvøld at siga, at málið við dupultmandatinum hjá Magna Arge, sum gongur beint ímóti vallyftum floksins, umsíðir hevur fingið ein enda.

Formaðurin, Høgni Hoydal, hevur valt at bróta klokkuklára lyftið, sum var, at eingin kundi sita í tveimum fólkavaldum sessum samstundis.

Hetta lyftið gav annars flokkinum annað umboðið á Fólkatingi seinast.

Magni Arge hevur ímóti hesum prinsippiella lyfti sitið bæði á fólkatingi og á løgtingi í eina tíð, við tveimum parlamentariskum lønum, við umleið 100.000 krónum um mánaðin, og í kvøld sigst, at Høgni Hoydal ímorgin ætlar at boða Fólkatinginum frá, at mandatið, sum veljarin gav honum, seinast val var til Fólkatingið, er svikið.

Hann leggur sessin frá sær endaliga soleiðis, at Magni Arge nú eigur sessin sum fyrstvaldur (hóast næstvaldur), og kann gera av, hvussu hann ferðast ímillum við tveimum lønum.

Hetta fer eisini at gera tað lættari hjá Arge-manninum at manerera í cockpittinum hjá Tjóðveldinum, nú ger hann sjálvur av, hvussu hann buktast, og formaðurin hevur av egnum ávum mist tamarhaldið á hesum málinum og flokkinum sum heild.

Hetta kann ikki metast sum annað enn exittið hjá formanninum út úr føroyskum politikki.

Hann hevur valt at stempla út.

Hann hevur svikið sínar og tjóðveldisins veljarar, og einasti spurningurin, sum stendur eftir, er, hvør verður formaður eftir næsta landsfund floksins:

Magni Arge ella Kristina Háfoss?

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo