Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Í hesum koronadøgum fer ein on-line talvkapping fram millum 8 av heimsins sterkastu telvarum.

Telvararnir sita “heima” og telva og talvfjeppar kring allan heim fylgja spentir við.

Talan er um skundtelving og í dag 30/4 telvaði norski heimsmeistarin Magnus Carlsen fýra kviktalv móti Ding Liren úr Kina.

Ding vann trý talv og tapti eitt.

Ding Liren hevur triðhægsta styrkital í heiminum og er tvey ár yngri enn norski heimsmeistarin.

Leygardagin møtast Ding og Carlsen aftur í hálvfinaluni.

Tá skal heimsmeistarin reisa seg eftir tapini í gjár.

Áhugin fyri hesum dysti er stórur.

Í hinari hálvfinaluni møtast Caruana og Nakamura, sum báðir eru úr USA.

Finalan verður telvað 3. mai.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo