Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fleiri boð eru komin, bæði frá føroyingum og útlendingum, uppá fyrrverandi havrannsóknarskipið Magnus Heinason, sum síðani í mars mánaða hevur ligið við kaj í Vestmanna.

Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni, upplýsir fyri VP, at bjóðað verður, men hann kann ikki siga nakað um, hvussu nógv verður bjóðað fyri skipið, ella um nakar minsti prísur er.

- Eg kann tó siga so mikið sum, at eg vænti, tað gongur ikki so long tíð, til Magnus er seldur, sigur Eilif Gaard.

Magnus Heinason er bygdur í 1978, men varð fyrr í ár avloystur av nýggja havrannsóknarskipinum Jákup Sverra.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo