Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Manchester United-liðskiparin Harry Maguire er funnin sekur í fleiri lógarbrotum í Grikkalandi.

Nú verður dómurin kærdur.

Ímeðan er hann settur av enska landsliðnum, sum skal spæla móti Danmark og Íslandi, skrivar VG.

Maguire var ikki sjálvur til staðar í rættinum í dag. 

Sky Sports skrivar at ein dómari fann Manchester United-leikaran sekan í grovum harðskapi, fyri at hava sett seg ímóti handtøku og roynt at mutra løgregluna.

Sambært The Independent fekk tann 27 ára gamli Maguire 21 mánaðar og 10 dagar fongsulsrevsing. Men við tað at hetta er hansara fyrsta ógerð, sleppur hann undan at sita. Helst fær hann tí eina risastóra bót.

Eftir dómin boðaði Harry Maguire frá at dómurin verður kærdur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo