Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Ferðavinnufyritøkan Make Travel hevur keypt smápartafelagið Lakeside, sum síðani 2005 hevur skipað fyri útferðum við báti á Sørvágsvatni. Saman við Make eru eisini Óli Anderson, Jana Egholm og smápartafelagið Plys nýggir eigarar av Lakeside.

- Ætlanin er at halda fram við sama konseptinum sum Ólavur Poulsen hevur bygt upp seinastu 15 árini, sigur Kent Christensen, stjóri í Make Travel við VP.

Fyrst fara tey at seta bátin í stand og fáa ymisk pappír uppá pláss. Men so skjótt sum klárt er, fara tey at skipa fyri túrum á vatninum, har eisini ber til at fara í land við Bøsdalafoss. Fyrstu tíðina hevur Ólavur játtað at hjálpa til sum skipari.

- Tað verður ikki bara sum at siga tað at traðka í skógvarnar hjá Ólavi, tí hann hevur dugað væl, hevur havt ein stóran og væl nøgdan kundaskarða og hevur eisini rakt nakað serstakt, sum ikki er aðrastaðni í Føroyum, sigur Kent Christensen.  Hann upplýsir, at verður nakar munur, nú Lakeside hevur fingið nýggjar eigarar, so verður tað, at tey ætla at leggja seg meira eftir at fáa útlendingar við eisini.

- Vit hava longu frammanundan eitt stórt net og gott samstarv við útlendskar túroperatørar, so tað er nærliggjandi at vit fara at bjóða teimum henda túrin eisini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo