Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í millum mongu viðmerkingarnar til hetta mál, umrøddi Dávur Juul, maskinstjóri.  Tey nógvu virkini ið komin eru grunda á sterku feløgini í standa aftanfyri, hava tey yvirlivað. Av tí at ein var við til tá stállínu- og nótabátar vóru bygdir og komu til landið.

Kann minnast tá íð vit sigldu royndartúr inneftir Geirangerfjørðinum við Kimbil bátinum “Brestir” yviri í Noreg við uml. 100 fólkum ein heilan sunnudag, morgunin eftir stóð í bløðunum at hetta var Europas flottasta fiskifar, árið var 1957.

Hesin bleiv eisini fyrsti kraftblokkabátur nakað eftir hann kom til landið. Aftaná var farið undir at byggja stásiligu uppsjóvarskipini ”Ìsborg”  sum var ímillum tey fyrstu ið bygd vóru í Føroyum, hon fór yvir í kraftblokkvinnu skjótt aftaná og var ímillum teir bestu til fiskiskap.

Minnist væl, vit fóru av Havnini fyrsta túrin, Eiler helt fyri, í dag tá íð eg fór avstað, hevði man brúkt tað sum var, eg og bróður vóru í bankanum líka áðrenn fráferð og fingu fíggingina uppá pláss fyri motorin.

Nakað aftaná vit vóru komnir til Hirtshals og ein svenskur kraftblokkari kom inn, Eiler  hevði kontrakta “Sólborg” og stóð í gerð.

Hann fekk hug at fara umborð í svenskarin og bað ein koma við umborð, hetta var ein av fyrstu tangabátum, ikki so stórur, men hevði havt góðan fiskiskap eftir sild og makreli.

Eiler førdi samtalu við yvirmenninar um tangarnar. Út á náttina kl.03 var farið umborð aftur, bað meg vakja seg kl.08 morgunin eftir og segði mær hví.

Áðrenn miðdag kom hann umborð aftur, væl tilpassar sum altíð, tí nú hevði hann ringt heim í Landsstýrið og tosað við Kristian Djurhuus um fígging av tangum í “Sólborg”. Hesin lovaði at takað fund við Løggman P. Dam fyrst hann kom, løtu seinri, ringdi løgmaður og segði teir høvdu avgjørt, at hækka fíggingina og bað hann bara fara í gongd við tangunum til bátin, og so var gjørt við tað sama.

Tað er ikki ov nógv sagt, at við tangabátinum “Sólborg” kom rættulig gongd á makrel- og sildafiskiskapinum  hjá føroyingum.

Sanniliga hevur viðmerkjarin D. Juul rætt í tí hann sigur: “Vinnulívsfólk hava gjøgnumgangandi ikki tann hugburð at vilja stappa alt í sín egna lumma, tey vilja framá, hjá nøkrum gongur tað gott og øðrum minni gott”.

Hóast uppøsingina í verið hevur orsakað av øvund og er í hásæti, annførd serliga av politiskum flokkum o.ø. um tey fáu ið skulu hava ognast megipartin av havsins ríkidømi o.s.v.

Skerst ikki burtur t.d. sannleikin í orðunum hjá Atla P. Dam, sála, ið á sinni tosaði um munin á at sita heima undir Hamrinum og gorra og so at leggja frá landi.

Hugsa vit t.d. um Skálvíksbrøðurnir Eiler og Sámal, báðir faðirloysingar millum okkara fremstu vinnulívsmenn.

Beint nú bar útvarpi tíðindini um eina útbygging á Skálafirði, gerst hon veruleiki slepst illa undan, at hugsa m.a. um sild og makrel og uppisjóvarflotan, uttan hann kom íkastið frá havinum neyvan til høldar, tað er galdandi bæði fyri fyritøkuna Varðan, Varðin Pelagic, Mest og Eysturkommuna.

Vinnutól kunnu hava skift hendur, men skovla undir nýggjum hondum framdeilis fong inn undir føroyskum flaggi og blomstra bæði á landi og sjógvi.

Undir nýggjum leiðslum og m.a. av familjunum hjá undangongumonnunum, sum partvís ikki eru meira ella hava trekt seg.

Jóhannes M. Olsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo