Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Tórbjørn Jacobsen, var enn einaferð frammi í miðlunum nú ein dagin. Hesaferð var hann í sendingini “Breddanum” og evni var kommunusamanlegging við tvingsli.

Skipanes og Søldarfjørður kundu, eins og Undir Gøtueiði verið partur av Eysturkommunu. Í øllum førum kundi tá roknast við, at vatntrýstið var so frægt at borgarar sluppu undan eyka útreiðslum. Í Runavíkar kommunu hava onkrir borgarar sjálvir keypt sær hydrofor.

Fyri umleið trimum árum síðan, reisti eg, eftir áheitan, eitt mál í teknisku nevnd, um at fáa vatntrýstið upp í Søldarfirði, so ovastu húsini fingu 1 barr meira. Sambært fólki, Inni á Fløtum, tók tað 2 minuttir at fylla 10 litur í eina spann, grunda á, at vatnbrunnurin og ovastu húsini vóru næstan í somu hæddarkurv.

Á fundinum varð støðan tann, at hetta var eitt krav, har peningur skuldi finnast og arbeiðið fremjast. Hetta var bara ein avgreiðsluspurningur og ein tænasta, ið skuldi gerast.

Pumpan, sum kostaði umleið kr. 80.000 varð bíløgd seinast í árinum, soleiðis at rokningin kundi gjaldast av fíggjarkarminum fyri komandi ár. Og allarhelst er grevsturin goldin yvirum eitt annað fíggjarár. Tí ikki fyrrenn summarið í ár, kundi sápan skolast úr eygunum uttan at vinda brúsihondtakið sum eina tvøðu. Tað hevði nokk verið skjótari at gingið húsagongd í bygdini fyri at samla pening inn til eina vatnpumpu við montering.

Nakað av “fyllu” úr somu sending, varð brúkt til at tosa um, hvussu Skála kommuna hevði klárað seg áðrenn samanleggingina við Runavíkar kommunu. Tað hevði tó verið meira viðkomandi at tosa um, hvussu nøgd fólk á Skála eru við gongdina aftaná samanleggingina.

Hvat hava tey á Skála fingið afturfyri at tey flyta 22% av sínari inntøku yvir um fjørðin.

Vit í Runavíkar kommunu kunnu bara reypa av at vit hava á leið hægsta skattaprosent. Og hóast tað, so hava vit ikki pengar til svimjihøll og ei heldur til lokarennu.

Kanska tað var eitt hugskot at borgarstjórin hugsaði meira um Runavíkar kommunu og minni um at bjóða seg fram at stýra øðrum kommunum.

Stýringin av Runavíkar kommunu er ikki nakað at bjóða øðrum.

Og so slett ikki við løgtingslóg.

Sjálvur haldi eg, at besta dømið á okkara leiðum er søgan um Nes kommunu. Tað er nokk størsta kollvelting, ið nakrantíð er hend á Skálafjørðinum.

Frá tí at Saltnes, Toftir og Nes fráskiltu seg, við so at siga ongum, og til í dag at hava tað mesta ein kommuna eigur at hava og samstundis eitt lágt skattaprosent.

NEI!!! Makt uppbyggir akkurát onki. MEN er tað nakað, sum hetta býráðið hevur orð fyri, so er tað makt.

Demokratiið varð alment spøna sundur 29. november 2018.

Men innanhýsis hevur henda býráðsetan ongantíð fungera og fer sostatt í søguna sum tann ringasta nakrantíð í søgu Runavíkar kommunu.

Prikkurin yvir iið er so, at ongin av sitandi politikkarum bjóðar seg framaftur.

Og tað verður nokk heldur ongin, sum til komandi val, bjóðar seg fram at seta Tórbjørn Jacobsen uppá pláss!!!

Samstarv og demokrati er vegurin.

Henda trupulleikan kanst tú, sum setir krossin, loysa í valboksini, longu um tveir mánaðir.

Tí nú eru tað aftur vit politikarar, sum standa á síðulinjuni, og biða um, at fáa tína makt til at stýra komandi 4 árini.

Nei, kommunusamanlegging við lóg er ikki nøkur loysn, nú pengakassin er við at gerast tómur!

Ja, hansara “slogan” til valið var “á bláman saman við Tobba”.

Avrikið er flott, men tað verður nokk tungt at vassa seg upp á turt aftur.

Sagt verður eisini, at gert tú feilir, so hevur tú gjørt okkurt til nyttu.

Tann størsti feilurin í hesi setu er, at ongin annar hevur gjørt nakað til nyttu!

Eg vil hervið ynskja øllum eitt gott kommunuval.

Jonhard Danielsen, býráðslimur í Runavíkar kommunu

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo