Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Mikudagin 23. august skipa Norðurlendska netverkið fyri vaksnamannalæru (NVL) og Útlendingastovan fyri seminarinum ‘Mál, inklusjón og arbeiðsmarknaður’ í Smæruni í Tórshavn.

Endamálið við seminarinum er at savna tilflytarar, myndugleikar, granskarar, undirvísarar, áhugapartar og aðrar ábyrgdarhavarar at kjakast um, hvussu vit skapa væleydnaða inklusjón í samfelagnum og á arbeiðsmarknaðinum. Høvuðsdentur verður lagdur á upplivingarnar hjá tilflytarum og avbjóðingar teirra í samband við at læra føroyskt, og hvussu tey uppliva at koma út á føroyska arbeiðsmarknaðin. Millum annað verður sjóneykan sett á føroyskt sum fremmandamál, og hvønn týdning skipað vaksnamannalæra hevur, tá tað snýr seg um at ogna sær málsligar førleikar, sosiala inklusjón og at fáa starv.

- Tá vit hugsa um at læra mál, inklusión og um at finna starv geva vit okkum ikki altíð far um týdningurin av samskipan. Tað er ein misskiljing, at integratiónstilgongdin hjá tilflytarum skal verða í stigum fyri at verða væleydnað, sigur David Im, integratiónssamskipari á Útlendingastovuni.

- Í veruleikanum eru tilflytarar, sum tosa flótandi føroyskt ikki førir fyri at finna yrkislært arbeiði og summi,  sum ikki tosa flótandi føroyskt fáa noktandi svar, áðrenn tey sleppa til samrøðu grundað á manglandi málsligar førleikar, sigur hann.

Á seminarinum verður sjóneykan eisini sett á gransking innan høvuðsevnini: mál og ójavni, atgongd til føroyskt, avleiðingar av vantandi starvsmøguleikum, forðingar fyri starvi innan egna útbúgving og yrki, innanhýsis mannagongdir í vinnulívinum, tvørmentanarligt samskifti og á fólk sum júst hava tilognað sær eitt evropeiskt minnilutamál.

 - Hesi kjarnumálini eru ikki bert viðkomandi fyri tilflytarar, men eru at finna bæði í almennum skipanum og privatu vinnuni, sigur Elisabeth Holm, sum granskar í samfelagsmálvísindi og arbeiðir við verkætlan um mál og migratión.

Hon eftirlýsir visjónir á økinum, og greiðir frá, at rætt er, at málið er hurðin til samfelagið, men hendan hurðin er sera trek at gloppa í verandi støðu, har undirvísingin í føroyskum fyri útlendingar í flestu kommunum bert er á byrjanarstøði og lítil og eingin møguleiki er at læra seg málið í størvum sum reingerð og arbeiði á flakavirki.

- Harafturat vantar tilvitan um, hvussu stór avbjóðing tað er hjá vaksnum fólki at tilogna sær eitt nýtt mál, sigur hon.

​- Tað er nógv potentiali í samfelagnum, sum ikki verður gagnnýtt tí vælútbúnir tilflytarar so sjálvdan verða settir í yrkislært starv, leggur hon afturat. Tilflytarar eru komnir fyri at vera, og tann veruleika mugu vit sum framkomið samfelag fyrihalda okkum til.

Til seminarið fara føroyskir og útlendskir fyrilestrahaldarar at varpa ljós á og greina evnið um vegin til betri inklusión í samfelagnum og væleydnaða integratión á arbeiðsmarknaðinum. Aðalmálið er at draga sjónarmið hjá tilflytarum fram í ljósið og at fáa samrøðu í lag ímillum áhugapartar um avbjóðingar og møguleikar í mun til mál, inklusjón og arbeiðsmarknaðin.

Seminarið byrjar klokkan 8.30 og endar klokkan 17.00. Luttøkan er ókeypis og almenn, men neyðugt er at boða frá luttøku her vegna avmarkað pláss.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo